Klaksvíkar Vinnulívsráð á ferð

Mynd: Dávur Winther

Vinnan í Klaksvík er sera virkin og væl skipað. Tey hittist í ymsum høpi og samstarvar um ymiskt, har tað er neyðugt. Eisini hava tey skipað seg í eitt felag, Klaksvíkar Vinnulívsráð, sum javnan skipar fyri ymiskum átøkum og tiltøkum.

 

Ein av drívkraftunum handan felagið er Jógvan við Keldu, sum er samskipari og skrivari í felagnum. Í nevndini fyri Klaksvíkar Vinnulívsráð sita Jan Petersen, stjóri á Christian í Grótinum - formaður, Frimodt Rasmussen, stjóri á KSS, Elsebeth Poulsen, stjóri á Landingarmiðstøðini, Heini Hansen, sølustjóri á Nema og Rani Nolsøe, sjálvstøðugur vinnurekandi.

 

Í gjár varð skipað fyri eini virkisvitjan, hesa ferð á stóru – ja, heimsins størstu smált- og alistøð á landi hjá Bakkafrost, sum er bygd inn í gamla grótbrotið norðuri á Strond.

 

##ms##

 

Bakkafrost

 

Hugtakandi var at hoyra Rúna Olsen, deildarleiðari greiða frá teimum ymsu kørunum við ljós- og reinsiskipanunum inni á virkinum, meðan gingið varð rund í hesum 300 m langa húsi.

 

Regin Jacobsen, forstjóri hevði síðani eina sera hugtakandi framløgu um Bakkafrost og teirra ætlanir, eisini við atliti til alskyns krøv uttan úr heimi bæði innan umhvørvi og so mikkið annað.

 

Í Føroyum arbeiða 1100 fólk hjá Bakkafrost og í Skotlandi, har teir byrjaðu fyri fáum árum síðan, arbeiða 700 fólk hjá Bakkafrost.

 

Ætlanin er í 2021 at ala 60.000 tons av laksi í Føroyum og um 40.000 tons í Skotland.

 

Tey framleiða á Strond 4-5000 tons um árið. Tá ið fiskurin er um ½ ára gamal verður hann settur út á firðirnar, sum styttur um tíðina, hann er í sjónum í mun til fyrr.

 

Teir hava kannað botnin undir teimum ymsu alibrúkunum, sum er munandi betri fyri nú, tí alitíðin á sjónum er styttri vegan stóru smáltstøðina á Strond - minni dálkaður.

 

##med2##

 

Útheimurin

 

Laksurin hjá Bakkafrost hevur gott orð á sær úti í heimi og fer víða um. Vegan góðu røktina og burðardyggu aliskipanina í øllum liðum, hevur laksurin hjá Bakkafrost fingið so gott orð á sær, at teir oftast fáa kr. 10,- meir pr. Kg, enn aðrir kappingarneytar, so sum Noregi!

 

Bakkafrost hevur t.d. eina stóra søluketu í USA, sum teir senda nógvan laks til, ið eftir væl skipaðum mynstri koyrir vørirnar beinleiðis til sínar kræsnu kundar í stórbýunum har, men sum tó vilja gjalda væl fyri júst hesa serstøku vøru, ið m.a. er sprottin úr reina og vakra umhvørvinum kring smáltstøðina norðuri á Strond.

 

Tað tekur 30 mánaðar at ala ein laks fram til sølu. Men við smáltstøðini á Strond, har laksurin er í eitt hálvt ár undir sera skipaðum og kendum umstøðum, fært tí neyvari stýrt teg fram til júst tað røttu fóðringina, góðskuna, sjúkuforðingar og annað, sum ger laksin nógv betri fyri at verða settur úr, enn fyrr.

 

##med3##

 

Gransking

 

Tað verður granskað nógv í laksinum - eisini gengranskingar fyri á henda hátt at finna fram til júst tann rætta laksin at ala, sum er best egnaður føðsluliga við teimum røttu protein- og feittsýrusamansetingunum, ið spurt verður eftir.

 

Eisini verður granskað í mótstøðuføri fyri ymsk virus og enntá lús. Her liggur áralong og áhaldandi neyv gransking fyri at finna ta bestu av tí bestu vøruni – og Bakkafrost er væl áleiðis, rættiliga væl.

 

Hetta takkað verið einum víðskygdum og vísum undangongumanni, Regin Jacobsen, stjóra og hópin av góðum fólki, hann hevur fingið at ganga somu leið.

 

Ætlanin er stigvíst at økja alingina yvir komandi árini, eins og alla tíðina at hava atlit til umhvørvið, góðsking og betringar fyri eyga á øllum aliliðunum.

 

Einki er at ivast í, at talan er um eina fyritøku, sum rættiliga hevur sett seg á heimskortið og ætlar sær at vera har – eisini í tráð við skiftandi avbjóðingar, krøv og treyti, sum fara at koma í framtíðini so ella so.

 

##med4##

 

Felagsmynd

 

Eftir vitjanina varð skipað fyri at taka eini felagsmynd av stóru fjøldini, sum hevði verið á vitjan. Myndin tekur seg bara væl út frammanfyri snotiliga bygningin, Ósbjørn Jacobsen Arkitektar hava teknað.

 

Tá ið myndatøkan var av, fór Regin Jacobsen yvir til ein lítillátnan mann, sum stóð eitt sindur burturfrá, Kjartan Hansen og heilsaði vinarliga og hjartaliga uppá hann. ”Stóra takk fyri tær mongu vaskiskipanir, tú hevur ment til aliringarnar/nótirnar og so mangt annað heppið tú hevur uppfunnið”, segði ein fegin Regin. Og so gekk prátið og lagið var har eftir.

 

Ein sera áhugaverd vitjan og framløga har hetta bert er ein viðfáningur av tí mikla, ið kom fram á smáltstøðini norðuri á Strond í gjár.

 

Mynd: Dávur Winther