Klaksvíkin skal búgvast út til at vera miðdepil

Rani Nolsøe er klaksvíkingur í odd og egg. Hann hevur búð uttanfyri Klaksvíkina í fleiri ár og hevur eisini verið niðri og lisið, men nú er hann vendur aftur til heimstaðin, har hann hoyrir til.

Orð: Dánial Hoydal

myndir: Jan Müller


Nýggi havnameistarin í Klaksvík eitur Rani Nolsøe, og tað er eitt starv við eini stórari uppgávu og møguleikum í sær, kom greitt fram í samrøðuni, Sosialurin hevði við hann í sambandi við hetta serliga norðoyastevnublaðið.


Verið úti um seg

Men áðrenn hann kom so langt, hevur hann gjørt alt møguligt. Hann hevur telvað, spælt tónleik, arbeitt á teknistovu, sum læraravikarur og eina rúgvu afturat - alt hetta áðrenn og um somu tíð sum hann nam sær eina útbúgving í Danmark. Men so kom hann aftur og fekk starv sum projektleiðari í Norðurlandahúsinum, har hann var, inntil hann fyri stuttum varð settur í nýggja starvið, sum Klaksvíkar Kommuna hevði gjørt.

Tað var avgjørt í býráðnum, at havnin í Klaksvík skuldi útbyggjast og virksemi hennara víðkast, og til hetta skuldi nýtt fólk setast. Eitt slag av stjóra fyri havnina, sum kundi dagføra virksemið og vísa á møguleikarnar hjá henni fyri umheimin. Hetta starvið fekk Rani.


Samanhald

Klaksvíkar Kommuna sá týdningin í at standa saman um at menna tað tilfeingi vit hava og samskipa arbeiði. Tað var í hesum anda, at mítt arbeiði varð sett upp. Og yvirhøvur haldi eg, at klaksvíkingar eru ernir av at vera klaksvíkingar og at vit tí hava ein felagskap, sum fólk her norðuri gjarna vilja standa saman um. Hetta sóu vit týðiliga aftaná kreppuna, tá alt virksemið steðgaði upp. Kósin, sum í er lungað hjá okkum her norðuri, varð bjargað, tí at fólk tóku seg saman at seta pengar í. Klaksvíkin er eisini eitt av teim fáa plássunum í landinum, sum í stóran mun kláraði at berja seg upp aftur sjálv aftaná kreppuna, segði Rani.


Marknaðurin

Marknaðurin, sum Klaksvíkin skal hava fatur á, liggur ikki í Føroyum. Vit skulu út um landoddarnar og gera vart við okkum í londunum rundan um okkum. Vit fara neyvan at taka kundar frá øðrum havnum í landinum, tí marknaðurin rundan um okkum er ivaleysa stórur, og tað er honum, vit skulu hava fatur á. Øllum tí flutninginum, sum fer framvið okkum, vísti Rani á.

Havnin og innsiglingin eru júst við at verða dýpdar og verða sera væl egnaðar til innskiping. Keiøkið og havnalagið eru eisini góð og kunnu taka ímóti fiski harafturat hava vit eisini virkini. Oljuna kunnu vit eisini taka ímóti, um tað verður neyðugt, og so ikki at gloyma ferðamannaskipini. Fyrr hava vit heilt einfalt ikki verið før fyri at taka ímóti ferðamannaskipum, sum koma regluliga. Og tað er akkurát sama skilið við supplyskipum og øðrum. Gongdin er eisini, at skipini verða størri og størri. Farmaskipini eru sera stór og tað sama við trolarunum. Tí hevur týdning at hava langa keisíðu og nógv vatn.

Í løtuni verður øgiliga nógvur fiskur fiskaður í Norðuratlantshavinum og av tí sama eisini ein rúgva av flutningi av hesum fiski, og har liggur Klaksvíkin ótrúliga væl fyri. Nógvir bátar, sum eru í góðum fiskiskapi vilja gjarna skunda sær inn at tøma seg fyri at sleppa aftur í fiskiskap, og har eru vit upplagdir at brúka.


Við fyriliti

Arbeiðið við at menna Klaksvíkina skal gerast í tveimum stigum. Fyrst skulu vit samskipa alt virksemið, sum hevur við havnina at gera og arbeiða saman við allar viðkomandi stovnar um eitt felags mál, og síðan kunnu vit fara út og marknaðarføra okkum og vísa á, hvat vit hava at bjóða. Tá vit sjálv eru klár, kunnu skipini koma. Vit eru ikki heilt komin hartil enn, men tá verður tað talan um tætt samstarv millum stovnar í Klaksvík og havnina.

Um vit settu tað í gongd nú, so hevði tað miseyðnast. Tað má vera so væl fyriskipað, at um eitt skip kemur, so kemur tað ikki bara tað einu ferðina. Tað má vera so góð tænasta, at viðskiftafólkini eru nøgd og hava hug til at koma aftur. Góð viðferð spyrst altíð aftur og er tann besta reklaman, vit kunnu fáa.


Norðuri í Álinum

Vit hava eitt øki har norðuri, sum vit hava stórar ætlanir við. Einaferð fara vit at gera nýtt havnalag, keisíðu og uppland har. Spurningurin er bara, nær vit fáa ráð, men framtíðin hjá okkum liggur heilt sikkurt har norðuri.

Yvirhøvur er ein havn eitt tilfeingi í sær sjálvum. Serliga her í Klaksvík og í Føroyum sum heild er havnin miðdepilin fyri øllum vinnuvirksemi. Men soleiðis er tað eisini um allan heim. Ein stórur partur av øllum flutninginum í heiminum fer við skipum.

Klaksvíkar havn er millum tær størstu í landinum, so tað er eyðsæð, at vit mugu brúka hana meira. Sum nú er, gongur tað nøkulunda fíggjarliga, og vit hava ein hampiligan umsetning, men havnin skal betrast, segði Rani.


Tað dagliga

Arbeiðið umfatar eisini dagligu leiðsluna av keiøkinum og umsiting av skipunum, sum koma og fara. Eg hava nógvar góðar mans afturat mær, keifútar, við hollum royndum, sum gera arbeiðsgongdina lætta.

Í ár hava vit gjørt eitt óvanliga stórt arbeiði fyri at fríðka um havnalagið. Vit hava ruddað alt upp, so her sær nossligt út. Tað er eisini ótrúliga umráðandi, tá vit fara út at selja havnina til umheimin.


Við aðrastaðni eisini

Afturat virkseminum í havnini, gert tú eisini annað í Klaksvíkini. Eg veit at tú spælir tónleik?

Ja, eg spæli í løtuni fløguna inn hjá Steintóri og Millum Frændur inn í nýggja upptøkuhølinum, sum vit hava fingið her norðuri. Eg syngi eisini í kóri, og royni yvirhøvir at vera við í tónleikalívinum.

Vit hava eitt gott og virkið tónleikaumhvørvi her norðuri. Gospeltónleik, rokktónleik, kórvirksemi og alt møguligt annað.


Rani legði at enda afturat, at havnalagið fór at vera reint og pent til Norðoyastevnuna.