Tað er sera gott lag millum kappróðrar áhugaðu klaksvíkingarnar og norðoyingarnar, nú Klaksvíkingur vann í Fugafirði og harvið varðveitir vónina um, at tað í nýggja bátinum skal eydnast at vinna FM.
Tað var akkurát so spennandi í dag, sum tað var fyri einari viku síðani, tá ið 10-mannaførini kappaðust. Fyri viku síðani vann Drekin Reyði, Havnarbáturin var næstfyrstur, og Klaksvíkingur endaði á triðja plássi.
Hesir tríggir bátarnir kappaðust aftur um sigurin í dag. Klaksvíkingur hevði hug at hava stavnin undan hinum báðum, men í endaspurtinum var Drekin Reyði sera boysin, meðan Havnarbáturin dragnaði meiri enn eina bátslongd.
Drekin Reyði legði upp á síðuna á Klaksvíkingi, men klaksvíkingar vóru drúgvari, og hvíti báturin var ein lítlan hálvan skut undan tí reyða av Argjum.
Tað er lagt upp til framúr kapping um FM heitið, nú tað resta tvær kappingar – í Sandavági um eina viku og ólavsøkuaftan!
Drekin Reyði er tvey stig undan Klaksvíkingi, sum aftur er fimm stig frammanfyri Havnarbátin.
Tað er lagt upp til, at tað verður Drekin Reyði ella Klaksvíkingur, sum verður meistari. Tað er eisini møguleiki fyri, at Havnarbáturin og Ormurin Langi, sum í dag var eina bátslongd aftanfyri Havnarbátin, kunnu blanda seg upp í kappingina um fremstu plássini á vestanstevnu og á ólavsøku og harvið spæla teimum báðum eitt puss, sum kappast um FM.
1 | Klaksvíkingur | 04:28.22 | ||
2 | Drekin Reyði | 04:29.06 | ||
3 | Havnarbáturin | 04:32.18 | ||
4 | Ormurin Langi (RK) | 04:35.20 | ||
5 | Nólsoyingurin | 04:42.07 |
1 | Drekin Reyði | 33 | ||
2 | Klaksvíkingur | 31 | ||
3 | Havnarbáturin | 26 | ||
4 | Ormurin Langi (RK) | 20 | ||
5 | Nólsoyingurin | 15 |