Klassamunur

Fótbóltur: KÍ var í Vágunum og smurdi FS Vágar av

Umframt at vera ein telving um, hvørji lið skulu vinna kappingina, so verður kappingin um løgmanssteypið eisini mett sum fyrireiking til landskappingini.

Liðini skulu brynja seg við at fáa dystarvenjing, hevur ofta verið tikið til, men ikki so sjáldan boða úrslitini frá, at tað man vera so sum so við dystarvenjingini.

Eitt dømi um hetta var hóskvøldið, tá Kí var vesturi í Vágum og spældi móti FS Vágar.

Klaksvíkingar vunnu 7-1. Teir komu á odda, tá tríggir minuttir vóru farnir, so gekk ein hálvur tími, áðrenn teir øktu, og í 2. hálvleiki gjørdist munurin alt størri. Umframt tey sjey málini fekk KÍ tvey, sum vóru kolldømd, og teir høvdu fleiri aðrar møguleikar, sum við størri nærlagni kundu givið mál.

Hóast stóra ósigurin, so kann tað seinni í ár meiri enn so vísa seg, at FS Vágar verður við í stríðnum um uppflyting í 1. deild, men úrslitið móti KÍ er ein undirstriking av, at tað er langur vegur, áðrenn vágamenn kunnu blanda seg í toppin í føroyskum fótbólti.

Heðin á Lakjuni var rættuliga í hopla. Hann skoraði trý mál. Tað til 0-4 var beinleiðis upp á fríspark. Málið hjá Zoran til 0-2 var eisini beinleiðis upp á fríspark. Jan Andreasen stútaði til 0-3 eftir hornasparksinnlegg frá Zoran.


FSVágar-KÍ 1-7 (0-3)

0-1: Heðin á Lakjuni

0-2: Zoran Mancic

0-3: Jan Andreasen

0-4: Heðin á Lakjuni

0-5: Kurt Mørkøre

0-6: Arnold Joensen

0-7: Heðin á Lakjuni

1-7: John Johansen (br.)