Tað verður tó uttan Heðin á Lakjuni, at KÍ skal standa seg. Hann fekk reytt kort í tapinum móti Víkingi seinast, og tí er hann leikbannaður. Hinvegin er Ovi Nysted nú um at koma fyri seg eftir skaða, eins og John Hammer er komin ígongd aftur, eftir at hann hevur verið burtur frá eina tíð.
Hjá HB vóna tey, at formkurvan er um at venda rætta vegin eftir sigurin móti EB/Streymi. Eingi leikbann gera um seg í hópinum, sum tí helst verður á leið tann sami, sum hann var fyri viku síðani.