Klassikarin varð ein gysari

Kyndil gjørdist fyrsta liðið, sum tók stig frá VÍF hetta kappingarárið, tá teir í einum sonnum braki spældu javnleik móti oddaliðnum

Kyndil-VÍF 28-28 (16-16)


Hondbóltur


Tað mundi vera við stórum spenningi, at bæði havnarmenn og vestmenningar fóru í Ítróttahøllina uppi á Hálsi sunnudagin.

Eftir stigatalvuni at døma, var kanska ikki so nógvu spenningur um dystin, men avrikini hjá Kyndli seinastu tíðina (burtur sæð frá H71-dystinum) boðaðu tó frá, at okkurt kundi spyrjast burtur úr dystinum. Eisini hóast tað var VÍF, sum stóð hinumegin miðlinjuna.


Togaðu báðar vegir

Longu fyrstu løtuna fingu áskoðararnir eisini fyrstu ábendingarnar um, at talan av sonnum kundi gerast um ein stórdyst.

VÍF legði bragdliga fyri, og við vanliga ferðmikla spæli sínum royndu teir nærum at kvæla Kyndil. Kyndilsmenn tó skjótt fatur á rætta endanum, og hóast tað var VÍF, sum var á odda hesa løtuna, so var nervin tó framvegis sterkur í dystinum.

Tað eydnaðist eisini at toga seg fram um vestmenningar, tá hálvleikurin var á leið hálvrunnin. Við stórspæli frá serliga Rúna Poulsen og Bjarna Wardum í álopspartinum, og við væl skipaðum verjuspæli lá Kyndil nú brádliga greitt omaná.

Málmansavrikið frá Jens lá heldur ikki á láni, og tað var sjónligt á andlitsbrøgdunum hjá vestmenningunum, at talan væl kundi gerast um fyrsta tapið hetta kappingarárið.

Hevði tað ikki verið fyri Bárð í málinum, so kundi munurin eisini gjørst væl størri enn tey fýra málini, sum tað ta einu løtuna var talan um. Millum annað fekk Kyndil onga úrtøku úr tveimum brotskøstum hesa løtuna, og eisina aðrar bjargingar vóru á skránni frá málverjanum, sum tóktist illa nøgdur um avrikið hjá liðfeløgunum úti á vøllinum.

Eftir at hava gjørt nýtslu av sínum time-out, eydnaðist tó vestmenningum at toga seg inn aftur á Kyndil, soleiðis at teir høvdu togað seg upp á javnt, tá farið varð til hálvleiks.


Eingin mansverja

Var talan um ein javnan og spennandi fyrra hálvleik, so var seinni hálvi tímin tað ikki minni.

Talan var ongantíð um meira enn tvey mál á muni, og tann sannroynd, at Kyndil hevði leiðsluna fýra ferðir, meðan VÍF sjey ferðir fekk lagt seg framum, sigur eisini alt um, hvussu javnt tað leikaði á.

Fyri áskoðararnar var tað heldur ikki minni hugaligt, at hvørgin av venjarunum valdi at gera nýtslu av nakrari mansverju, soleiðis sum tað ofta verður gjørt í jøvnum dystum.


Trýstið vaks

Sum dysturin leið, var sjónligt, at trýstið á leikararnar á báðum liðum gjørdist alsamt størri.

Áskoðarafjøldin kókaði, og meira enn tí einu ferðina vildu hesi hava onkran dómin broyttan, ella var tað kanska okkurt, sum ikki varð dømt.

Leikararnir tóktust tó ikki at taka sær tign av hesum, men royndu í hvør sínum lag at avgera dystin.

Nógv varð lagt fyri í bæði verju og álopi, og spurningurin tóktist bara vera, hvørt tað fór at eydnast øðrum partinum at geva mótstøðuni mønustingin.

Høga leikferðin merkti kanska eisini, at møðin fór at gera seg galdandi.

Kyndil misti nakrar heldru óneyðugar bóltar í álopsstøðu, men tíbetur fyri teir, gjørdu vestmenningar tað sama, so leysir sluppu teir á ongan hátt.

Heilt spennandi mundi tað gerast hjá áskoðarunum, tá Kyndil fekk brotskast, tá støðan var 27-27. Eingin leikari tóktist at vilja halda seg framat, men endin gjørdist tó, at Hans Áki gjørdi bart, og sendi í kassan.

Áki fekk tó javnvág í roknskapin aftur, men Kyndil hevði framvegis góðan minutt til seinasta álopið. Ein misskiljing førdi tó við sær, at bólturin varð tveittur burtur, og so fór VÍF í álop.

Úrslitið av seinasta álopinum varð ein roynd frá tríggja metra strikuni, men hóast nær við, so eydnaðist ikki Sámali at fáa hendan bóltin í kassan.


Báðir partar nøgdir

Eftir dystin tóktust leikarar á báðum liðum at vera væl nøgdir um úrslitið. Vestmenningar, tí tað eftir øllum at døma verður ókeypir hjá teimum við hesum stigamissinum. Tá stigini verða býtt, verður rundað uppeftir, og missa teir ikki onnur stig, byrja teir endaspælið við fullum stigatalið.

Kyndilsmennn vóru eisini væl nøgdur um avrik sítt. Teir høvdu prógva, at tað ikki er ógjørligt at taka vestmenningar. Ikki minst man hetta hava stóran týdning hjá teimum sálarliga.

Áskoðararnir ? Jú teir kundu heldur ikki annað enn vera nøgdir. Teir hvødu verið vitni til eitt satt brak av einum hondbóltsdysti, har spenningurin alla tíðina var í hæddini. At dysturin so eisini varð avgreiddur í góðum ítrottaranda mundi heldur ikki gera heildarmetingina verri.


Allir gjørdu sítt

Tað kann kanska vera heldur torført at toga nakran eistakan leikara fram um aðrar í dystinum, tí fyri ein stóran part var talan um eitt satt liðavriki hjá báðum pørtum.

Tað er tó merkisvert, at Áki Olsen gjørdi tíggju mál, nú hann av álvara tykist vera komin fyri seg. Í onkrum førum sá tað nærum ov lætt út hjá honum, men skotið hevur hann sum fáur. Eisini Ingi hevði ein góðan dag, og fekk hann pláss at skjóta, varð hetta eisini gjørt uttan nakað roks. Hjá heimaliðnum var tað kanska serliga Bjarni, sum gjørdi nógv um seg í álopspartinum, men eisini er vert at leggja til merkis, at verjan nú tkist at vera komin rættiliga upp á pláss. Samspælið við Jens Skipagøta riggar eisini betri og betri, og tá hann so eisini í fleiri førum bjargaði royndum frá einsamøllum vestmenningum, lá hansara partur so avgjørt ikki eftir.

Teir leikarar, sum ikki eru nevndir her, skulu tó avgjørt ikki gloymast. Teirra leiklurtur lá so avgjørt ikki eftir.

Heldur kann tað sigast soleiðis, at samanlagda úrtøkan av royndum teirra gjørdist, at 300 áskoðarar vórðu vitni til besta dystin higartil hetta kappingarárið.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

Kyndil: Bjarni Wardum 7(2), Rúni Poulsen 6, Hans Áki Dal-Christiansen 5(1), Jónleif Sólsker 3(1), Heini Bendtsen 3, Uni Wardum 2, Regin Petersen 1, Janus Einar Sørensen 1

VÍF: Áki Olsen 10, Ingi Olsen 8, S´mal Joesen 5, Johnny Joensen 3, Agnar Joensen 1, Martin Hummeland 1

Brotskøst: Kyndil 7, VÍF 1

Útvísingar: Kyndil 4, VÍF 3

Dómarar úr Tjaldri: Dánjal Hansen og Kári Hansen. Hóast ferðmikil og spennandi, so tóktist dysturin teimum lættur at døma. Ikki minst, tí spælararnir á báðum liðum heldur royndu at nýta orkuna til at spæla hondbólt, heldur enn at sýna misnøgd mótvegis dómarunum.