Í dag 17. mai kl. 14 letur Philippe Carré upp eina listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Framsýningin nevnist "Á bygd".
Framsýningin er í tveimum pørtum, í niðaru hæddini myndir frá í ár av bygdum, og uppi á loftinum eru myndir av Havnini, ið vórðu kliptar í fjør.
Myndirnar av bygd eru bygdar á sama hátt, sum myndirnar úr Havn á framsýningini í fjør. Tað vil siga, at spælt verður við sjónarhornini. Myndevnið verður sæð úr luftini og av landjørðini í senn. Tó verður í bygdamyndunum nýtt víðari sjónarhorn, tí ikki bert sæst ein býlingur, men øll bygdin innan bøgarðarnar.
Myndirnar eru ikki allar úr pappísrklippi. Eisini onnur tøkni verður nýtt, so sum blýantur, tusj, vatnlitir og akrylmáling.
Í 25 ár
Philippe hevur síðan hann fyrstu ferð sýndi fram á Ólavsøkuframsýningini í ´82 havt framsýningar í Smiðjuni í Lítluvík, í Norðurlandahúsinum, verið við á nógvum Ólavsøku- og Várframsýningum, og havt tvær framsýningar uttanlands.
Hann hevur víst sín serliga áhuga fyri Havnini í framsýningunum "Álvatinganest" (NLH, ?90), "Blá smoga í vindsins vøggu" (Smiðjan ?91) og "Verðin er lítil undir hesum grønu seglum" (Smiðjan ?92), "Havnin - konstruktión undir stjørnunum" (Smiðjan ?98), "Havnin ? summarsuita"
(Smiðjan ?99).
Philippe er føddur í Bourgogne í Fraklandi í 1953. Hann er útbúgvin fotografur og hevur gingið á Grafisk Skole í Århus, og hevur síðani 1982 arbeitt burturav sum listamaður. Stóran partin av hesi tíðini hevur hann verið búðsitandi í Føroyum og tað er hann framvegis.
Framsýningin í ár er eitt slag av hátíðarhaldi, tí 23. mai eru tað 25 ár síðani Philippe fyrstu ferð kom til Føroya.
Framsýningin "Á bygd" letur upp í dag klokkan 14. Klokkan 16 spæla Kristian og Mikael Blak egin verk.
Framsýningin er opin hvønn dag frá klokkan 14 - 20. Opið er til 24. mai.