Ferðsla
Løgreglan gjørdi ferðslukanningar á Marknagilsvegnum í gjár, har hon eygleiddi ferðsluna í einar tveir tímar.
Vakthavandi sigur, at tríggir bilførarar vórðu steðgaðir fyri at koyra ov skjótt í bygdum øki.
- Hesir koyrdu ávikavist 69, 70 og 80 kilometrar um tíman.
Vakthavandi sigur, at bilførarin, sum koyrdi 80 kilometrar um tíman eftir Marknagilsvegnum, fær klipp í koyrikortið umframt 2000 krónur í bót.
- Hinir báðir, sum koyrdu ávikavist 69 og 70 kilometrar um tíman, fáa einki klipp, men 1500 krónur í bót, hvør.
Vakthavandi sigur, at seks frágreiðingar vórðu skrivaðar, har bilførarar tosaðu í fartelefon og tvær frágreiðingar, har fólk ikki sótu í trygdarbelti.
- Undir slíkum kanningum eru vit í sivilum bili, og haðani gera vit eisini ferðmátingarnar. Tí er best hjá teimum, sum vilja umgangast bót, klipp ella bæði, at halda seg til galdandi ferðslureglur, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.