Tað hevur verið eitt av friðarligu kvøldunum hjá løgregluni, men kortini hava tey havt okkurt at gjørt.
Akstovan sendi fyrr í vikuni løgregluni 478 mál um vegskattaeftirstøðu, og tí hevur løgreglan verið úti og klipt nummarplátur í nátt.
Hetta verður vanliga gjørt um kvøldið og næturnar, tí tá eru flestu bilarnir heima, so at siga.
Vakthavandi á løgreglustøðini kann ikki siga, júst hvussu nógvar nummarplátur vórðu tiknar í nátt, men sigur, at plátur eru tiknar um alt landið.
Pláturnar verða tiknar, um eigarin ikki hevur goldið vegskatt. Kann eigarin ikki vísa kvittan fyri, at vegskatturin er goldin, tá løgreglan kemur, verður nummarplátan tikin.
Ein onnur orsøk til, at bilar missa nummarplátur er, at farið verður ikki rætt fram, tá ið privatfólk keypa og selja bil sínamillum.
Løgreglan sigur, at tá ið ein bilur skiftur eigara, skal Akstovan hava boð um tað í seinasta lagi tvær vikur eftir at bilurin hevur skift eigara. Fær Akstovan ikki boð um, at ein bilur hevur skift eigara, verða nummarpláturnar tiknar.
Løgreglan sigur, at hetta er ein skylda, sum tað er vanligt, at fólk antin gloyma, ella ikki vita um.
Men sum allar oftast minnast tey til at boða tryggingini frá, tí tann, sum selur ein bil, vil ikki rinda trygging fyri nýggja eigaran. Men tá ið tey á Akstovuni so varnast, at navnið á tí, sum stendur fyri at eiga ein bil, og navnið á tí, sum rindar trygging, ikki samsvarar, fellur hamarin.