Klokkan 20:30 koma seðlarnir út

Seðlarnir til grindina í Sandagerði í dag koma út um eina løtu

Í kvøld klokkan 20:30 koma seðlarnir út. Tað boðar Finnbogi Midjord, sýslumaður, frá.

 

Grindin varð mett at vera um 50 hval, og tað var væl mett. 51 hvalir eru nú merktir, og tað bleiv til 343 skinn til samans. Býtt verður í 670 drápspartar.

 

Tað var á middegi í dag, at boðað varð frá grind yviri við Strond. Grindin flutti seg skjótt suður eftir og hildið varð, at hon var sloppin. Stutt eftir hetta komu bátar á hana við Glyvursnes, og hon varð síðani rikin inn á Sandagerð.

 

Sambært Finnboga Midjord, sýslumanni, gekk drápið væl. Fyrsti hvalurin varð dripin klokkan 14:36 og fimm minuttir seinni var alt drápið liðugt. Nógv fólk høvdu leitað sær oman út í Sandagerð, tá grindin legði beinini um hálvgunn trý tíðina í dag.

 

Síggj myndir frá grindadrápinum í dag niðanfyri.