Klossut dystarflyting

Í HB duga tey illa at skilja, hví B36 brádliga skal fáa ein dag meira at hvíla seg í undan grannauppgerðini mikukvøldið


Sum vit skrivaðu í blaðnum í gjár, so hevur FSF játtað, at B36 og B68 spæla landskappingardystin sínamillum nú leygardagin heldur enn sunnudagin, soleiðis sum tað annars skuldi spælast sambært kappingarskipanini.
 
Verða ikki líkastillað
Orsøkin til flytingina er, at tey í B36 helst vilja hava so góða tíð sum gjørligt til hvíld, nú teir bæði skulu spæla móti HB og síðani móti íslendska FH í Atlantic Cup dystinum.
                      Ein orsøk, sum tey í HB sum so væl duga at skilja, men tað skerst ikki burtur, at flytingin hevur fingið tey at hveppast nakað við.
                      Hallur Danielsen, sum í drúgt áramál spældi á besta liðnum hjá HB, og sum nú er í leiklutinum sum nevndarformaður hjá P/F Havnar Fótbóltur, heldur tað í øllum førum vera merkisvert, at tað nú brádliga skal vera neyðugt at flyta dystin.
                       Bæði eg og tey, sum fáast við fótbólt, duga væl at skilja, at tað er strævið hjá B36, tá liðið skal spæla tríggjar dystir innan sjey dagar. Og í tann mun hava vit einki ímóti flytingini. Men vita halda tað vera merkisvert, at dysturin hjá B36 skal verða fluttur, uttan at tann hjá okkum eisini verður tað. Mikudagin er tað okkara lið, sum skal spæla móti HB, og tá koma vit bara at hava tríggjar dagar at fyrireika okkum, meðan B36 fær fýra, og tað haldi eg setur okkum í eina ófavorabla støðu, heldur Hallur.
                      Og hann vísir í hesum sambandi eisini á, at hetta er ein støða, sum ikki skuldi verið neyðugt at tackla somikið stutt undan dystunum.
                       Feløgini hava jú havt dystarskránna til ummælis í drúgva tíð, áðrenn hendan verður endaliga samtykt. Var tað so, at B36 ynskti at flyta dyst til leygardag, so vildi tað eisini verið náttúrligt, at okkara dystur varð fluttur. Nú støðan er, sum hon er, so hava vit sjálvandi eisini spurt okkum fyri á Skála, men tey eru lítið hugað í eini flyting, og tað er eisini væl skiljandi. Ikki minst tí tað kostar nógv í mistum inntøkum, um spælt verður leygardag.
 
Eiga at hugsa longur
Hallur sigur annars, at tey í HB ikki ætla sær at gera meira við málið hesaferð. Men hann heldur, hetta er eitt tekin um, at føroyskur fótbóltur enn ikki er komin nóg langt, tá hugsað verður um arbeiðið uttan fyri vøllin.
                       Tað eigur ikki at vera neyðugt at koma í slíkar støður fáar dagar undan einum dysti. Tú skalt eisini hugsa um, at slíkar flytingar eisini ávirka fleiri aðrar lutir. Útvarpið hevði helst lagt sær ætlanir um at vera í Gundadali, og hjá okkum er ein dystur í næst bestu deildini eisini fluttur, tí Formula-fótbóltur brádliga er á skránni. Eg haldi bara, at hetta eru viðurskifti, sum áttu at verði greidd fyri langari tíð síðani, sigur Hallur, sum tó samstundis nýtir høvið at ynskja B36 góða eydnu í dystinum móti íslendsku meistarunum.