Douglas Carswell, út høgrapopulistiska flokkinum UKIP, vann sær í nátt sess í bretska tinginum.
Hann hevur higartil umboðað konservativa flokkin, men skifti fyri seks vikum síðani yvir í evro-skeptiska og innflytarakritiska flokkin UKIP.
Hetta er sostatt fyrstu ferð, at UKIP eru umboðaðir í bretska tinginum. Í UKIP fegnast tey um, at framgongdin hjá flokkinum heldur fram. UKIP gjørdust fyrr í ár størsti enski flokkurin við valið til ES-tingið.
Í 2006 kallaði enski forsætisráðharrin, David Cameron, UKIP fyri klovnar og skápsrasistar. Nú eru klovnarnir komnir inn á Westminster.
Komandi parlamentsval í Bretlandi verður um sjey mánaðir.