Stórur spenningur var undan næstaseinasta umfarinum FM í billard í Kagganum leygardagin, tá Kaggin 1 og Havnar Klubbi møttust. Undan dystinum lógu hesi bæði liðini og klaksvíkingar sera jøvn. Við at vinna á Kagganum kom Havnar Klubbi í eina ynskistøðu til seinasta umfarið, sum verður spælt um eina viku, tí tá møta teir tí veikasta liðnum í kappingini. Og tað skuldi eisini blíva Havnar Klubbi, sum stóð seg best í vikuskiftinum. Hann ikki bert vann á tí annars væl menta Kaggaliðnum. Hann rætt og slætt smurdi Kaggan av. Kaggamenn fingu ikki eitt bein til jørðina. Nærum hvørja ferð "Klubbamenn" tóku kø í hond og fóru til borðið rapaðu keylurnar. Eina løtuna rullaði so væl hjá billardstjørnuni í Havnar Klubba, Henriki Petersen, at hann var bert seks keylur frá at fáa tey gyltu 1000 eyguni. Hann hevði so eisini besta umfarið uppá 216 eygu.
Tá avtornaði lógu Kaggamenn væl og virðiliga eftirá. Teir vunnu bert tveir dystir, hinar sjey vunnu Henrik, Carsten og Niels, tó at talan var um marginalar í fleiri av dystunum. Hetta skuldi so ikki verða dagurin hjá tí í seinastuni annars væl rullandi Kaggaliðnum. Bjarni Skaalum, sum plagar at finna góð mið og at gera stór hál, dróg í fleiri førum svart, hann misti hesaferð fýra av seks stigum, tó at hann í dystinum móti Henriki mundi væl sera vælspælandi og mundi tikið "El Meistro" aftur. Steinbjørn í Dali, sum eru í einum aldudali í løtuni, tapti allar dystirnar, meðan Jan Müller vann ein dyst men var annars mest knáður av Kaggamonnunum við einum snøggum meðaltali uppá 25 eygu.
Henrik endaði á 32 eygum í meðal. Eisini Carsten Hansen gjørdi um seg. Hann var til tíðir sera vælspælandi og vann allar dystirnar. Niels Nielsen mátti lúta í tveimum førum men hevði eitt gott meðaltal omanfyri 20 eygu.
Avgerðin um gull, silvur og bronsu fellur komandi vikuskifti. Tá møtast Klaksvíkar Billardfelag og Kaggin 1 í Klaksvík, og í Havn hittast Kaggin 2 og Havnar Klubbi. Hóast einki er endaliga avgjørt enn, so liggur Havnar Klubbi sera væl fyri at gerast Føroyameistari. Tað eru umleið 10 ár síðani, at Havnar Klubbi gjørdist meistari, og tað var í teimum døgum, tá Eirikur Nielsen var í velmaktini. Hesaferð stuðlaði hann soninum, tá hesin saman við klubbafeløgunum so flott vann á Kagganum 2.
Um støðuna er at siga, at tað verður sera torført hjá Klaksvíkar Billardfelag at taka Havnar Klubba aftur. 10 stig eru á muni. Sjálvt um klaksvíkingar rudda borðið í Klaksvíkar Klubba komandi vikuskifti og vinna 18-0 á Kagganum 1, so skal gangast Havnar Klubbi sera sera illa fyri at FM-heitið endar aftur har norðuri. Havnar Klubbi er nevniliga í tí "hepnu" støðu, at teir seinasta umfarið skulu spæla móti tí vánaligasta liðnum. Men sum sagt og skrivað: einki er avgjørt enn. Allir møguleikar standa opnir.
FM-kappingin fyri einstaklingar verður í ár spæld í Klaksvíkar Klubba, eftir øllum at døma vikuskiftið 18. og 19. Mars. Tá verður so fyrst spælt innleiðandi kvalifiseringsumfar í Havn 11. og 12. Mars. Billardsamband Føroya sigur frá, at tekning skal vera í feløgunum innan týsdagin 4. Mars Verandi føroyameistari er Henrik Petersen úr Havnar Klubba.