Simona Weihe
----
Tá tú ert í fimmtiárunum eru sannlíkindini stór fyri bæði gleðiligum og døprum hendingum og broytingum hjá tær og tínum vinum og kenningum. Tær gleðiligu ríka tær lívið, meðan tær døpru í eini handarvend kunnu kollrenna, um ikki lívið, so gerandisdagin.
T.d. er góður starvsfelagi vorðin omma. Hon er soooo stolt av elskuligu ommudóttrini, sum er ballað inn í umsorgan frá ommum, abbum, umframt mammu og babba. So er tað vinkonan, sum eftir 30 ára gamalt hjúnalag (ó)hepna løtu vaknaði við kaldan dreym og brádliga ikki kennir makan, tí hann av ósketni avdúkaði sítt dupultlív. Barndómsvinkonan í Danmark, sum endaliga hevur góðtikið, at hon ongantíð aftur fer at búseta seg í Føroyum. Hóast longsul eftir heimlandinum, so vigar kærleikin og umsorganin fyri sálarsjúku dóttrina meira. Tað er í Danmark, at dótturin er hjálpt og hevur tað gott. Kær vinkona fer kaldan vetrardag av landinum at leita sær heilsubót. Onnur má við tungum hjarta biðja mannin flyta úr heiminum, tí hann hoknaði undir mótgongd og fór at ugga seg við rúsdrekka. Systirin, sum er so heppin at vera røsk og ung langomma. Og ikki minst hon, sum á miðjum aldri møtti tí rætta. Soleiðis er lívið ein røð av stórum og smáum hendingum og broytingum.
Væl tugda hugmyndin, at tú bara eigur hesa løtuna, er so sonn so sonn. Tú kundi ynskt, at tú dugdi betur at liva eftir henni. Gjøgnum dagin við sínum gerandisligu uppgávum, gloymir tú – ella hevur ikki tíð til – at steðga á og njóta stundina.
Men tá tú so á morguntúrinum við hundinum hoyrir tjøldur láta ella sært vakran morgunroða, so kennir tú brádliga, hvussu stórt skaparverkið er, og tú steðgar á og gleðist um tað, sum tú hoyrir og sær. Ella tá kaldur og myrkur vetrardagur tykist dapur og langdrigin,
vigar hugnaliga løtan við nátturðaborðið í heita køkinum saman við soninum upp ímóti.
Ikki minst hesa ársins tíð, nú tað sprettur í urtagørðunum, sóljukopparnir prýða gil og áir, og páskjaliljurnar standa í blóma og boða frá summarinum, serliga nú haldi eg, at orðini hjá Paulusi: »Gleðist við hinum glaðu, og grátið við teimum, ið gráta!« hóska so væl til gleðiligu og døpru hendingarnar í lívi okkara.