Í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um at innbrot hevði verið í Reinsarínum í Tróndargøtu í Havn. Løgreglan sigur, at innbrotstjóvarnir hava klovið upp í ein lyktapela og haðani hava teir brotið eitt vindeyga á fyrstu hædd, upp og eru farnir inn.
Inni hava teir brotið rúsdrekkagoymsluna upp og hava stolið rættiliga fitt av brennivíni, umframt nakrar sodavatn.
Løgreglan veit ikki hvørjir innbrotstjóvarnir eru, men tað verður nú kanna.