Nevið Reyða hevði undan ólavsøku vunnið allar seks kappingarnar, og Nevið Reyða úr Klaksvík var føroyameistari, áðrenn tað varð farið undir kappingina ídag.
Men klaksvíkingar vunnu ikki FM við fullum stigatali. Knørrur leyp avstað. Undanfarnu ferðirnar hevur Nevið Reyða í miðróðrinum og serliga í endaspurtinum av álvara sett tingini upp á pláss.
Soleiðis var tað ikki ídag. Nevið Reyða vísti ikki avrik av tí slagnum, sum klaksvíkingar hava víst undanfarnu ferðirnar, meðan avrikið hjá Knørri var væl meiri sannførandi, enn tað higartil hevur verið.
Í endaspurtinum gjørdu teir á Nevinum Reyða eina roynd at taka Knørr, men tað eydnaðist als ikki. Í endaspurtinum svaraði Knørrur ruddiliga aftur og vann sannførandi sigur.
1 | Knørrur | 04:28.00 |
2 | Nevið Reyða | 04:29.28 |
3 | Heiðabáturin | 04:33.01 |
4 | Argjabáturin | 04:34.45 |
5 | Ørvur | 04:37.29 |
6 | Víkabáturin | 04:58.42 |
7 | Sjóriddarin | 04:59.18 |
FM
1 | Nevið Reyða | 48 |
2 | Knørrur | 40 |
3 | Argjabáturin | 36 |
4 | Heiðabáturin | 30 |
5 | Ørvur | 18 |
6 | Víkabáturin | 2 |
7 | Gullbrandur | 2 |