Knúst parabol og stolin bilur

Lítið hevur verið hjá løgregluni at gera um vikuskiftið. Men onkur smærri herverk hava verið, og eisini varð ein bilur stolin. Harafturat hevur onkur spælt sær av við koyrikortið

Havn: Politiið í Havn letur væl at vikuskiftinum, sum júst er farið afturum bak. Tað hevur verið friðarligt, men tó ikki so friðarligt, at teir sitið hendur í favn.
Ein bilur varð stolin av Spógvavegnum í Havn, og funnin aftur á Vegnum Langa. Hetta málið verður nú kannað.
Í einum garði í Havn hevði onkur eisini verið og vitjað. Henda vitjanin er ikki verið friðarlig, tí har hevur viðkomandi skrætt parabolina, sum hoyrdi til húsini niður, og knúst hana sundur.

Seks koyrikort

Um vikuskiftið hevur politiið eisini verið úti við lasaranum. Hetta hevur við sær, at seks persónar missa koyrikortið. Fýra av teimum missa tað treytað, og hinir báðir missa tað treytaleyst. Tann, sum koyrdi skjótast av teimum, koyrdi 128 km/t.
Annars so hava fimm yvirnáttandi gestir ligið í brummuni í Havn um vikuskiftið.
Vestanstevnan hevur annars verið friðarlig. Ein vatnskaði var í einum húsum, av tí at í Stórá í Sandavági varð demmað uppfyri, og har fleyt yvir hóskvøldið beint eftir midnátt. Vatn kom inn í kjallaran á einum privathúsum, og førdi hetta til, at kompressarin í frystiboksini brendi saman.