Knút er føddur og uppvaksin í Havn, foreldrini vóru Anna, f. Petersen, og Harold Gray úr Onglandi, ið kom higar sum hermaður undir krígnum. Føroyski abbin var Knút skómakarin.
Eftir loknan barnaskúla og realskúla fór Knút til skips, og sjólívið bleiv hansara lívsstarv. Hann var nógv til skips við línuskipum. Síðan fór hann í læru á Tórshavnar Skipasmiðju og tók sveinaprógv sum maskinsmiður. Eftir hetta fór hann so á maskinmeistaraskúla og fekk útbúgving har.
Liðugur við maskinmeistaraskúlan fór hann út í verðina at sigla og gjørdist maskinchefur á teimum stóru tanga- og konteinarabátunum hjá Maersk. Hann hevur eisini arbeitt nógv í oljuvinnu umborð á supplyskipum, bæði í Afrika og Brasilia.
Inn ímillum hevur hann arbeitt okkurt tíðarskeið í landi sum t.d. á Tórshavnar Skipasmiðju, og í 2006 arbeiddi hann á vaktar- og bjargingartænastuni MRCC í Havn.
Knút er sera arbeiðssamur, pliktuppfyllandi, perfektionistiskur og ein góður handverkari. Í síni frítið lesur hann nógv og er serliga áhugaður í søgu, umframt at hann er HB-ari, so tað forslær.
Knút er giftur Sólrun, f. Hansen, úr Saksun. Tey eiga døturnar Gunnvá og Anna. Abbabørnini, sum eru fýra í tali, gongur Knút høgt upp í og hann hjúklar um tey, tá hann er heima.
Føðingardagin er Knút burturstaddur.