Knívmaðurin tikin

Maðurin, sum seinnapartin leyp á trý starvsfólk á psykiatrisku deild á universitetssjúkrahúsinum í Odense, er nú tikin og settur í varðhald á løgreglustøðini í Odense. Aftan á álopið seinnapartin læsti maðurin seg inni í einum rími á sjúkrahúsinum, og ikki fyrr enn í kvøld gav hann seg yvir til løgregluna.

Tey trý fólkini, sum maðurin stakk við knívi, ein lækni og tveir sjúkrarøðktarfrøðingar, hava verið á skurðborðinum í dag, og sambært teimum seinastu tíðindunum er støðan hjá teimum trygg, sum sagt verður.

Tann stóri spurningurin, sum stendur eftir, er, hvussu maðurin kundi fáa fatur á einum knívi inni á psykiatrisku deild á sjúkrahúsinum, hagar hann varð tvingsilsinnlagdur í gjár.