Tað kostaði einum 63 ára gomlum oyndfirðingi 60 daga treytaleysa fongsulsrevsing at hótta grannakonuna, bæði munnliga og við felliknívi.
Maðurin sjálvur segði seg minnast lítið og einki til hendingina, har hann í trimum umførum hótti kvinnuna. Hann helt seg ikki hava nakað útistandandi við kvinnuna og dugdi ikki at siga, hví hann skuldi havt hótt hana.
Maðurin, sum síðani hendingina 9. mai hevur fylt 63, var ákærdur fyri í trimum førum at hava hótt kvinnuna. Fyrst var hann komin á óbodna vitjan, og fullur sum hann var, hevði kvinnan ongan hug at fáa hann inn, og segði seg ikki hava stundir at tosa við hann.
Hetta fekk øði í mannin, sum fleiri ferðir segði, at kvinnan kundi fara til helvitis. Hann segði eisini við hana, at hon skuldi ansa væl eftir børnum sínum, tí hann hevði í hyggju at gera teimum skaða og henni við.
Hon hevði tó fingið mannin út.
Hann var síðani farin heim til sín sjálvs, har bróðursonurin hevði gjørt teimum báðum náttura. Ákærdi maðurin hevði verið so ónøgdur við, at grannakonan ikki vildi hava hann á vitjan, at hann helt seg noyðast at fara at tosa við hana einaferð enn.
Ein av døtrunum sá tó mannin koma aftur, at kvinnan helt tað vera frægast at møta honum uttanfyri, og tók tí hundin við sær, fyri at maðurin á tann hátt ikki skuldi koma á gátt.
Hótti við knívi
Terassan uttan fyri hevur ein garð, og maðurin og kvinnan møttust við portrið. Maðurin kom nú við hóttanum um at drepa kvinnuna. Hon sá, at hann hevði ein felliknív í hondini, og bað hann geva sær hann.
Men tá læt maðurin felliknívin upp og hótti kvinnuna við honum. Sambært kvinnuni rendi hann til við knívinum tvær ferðir, samstundis sum hann segði seg vilja drepa hana. Hon helt seg undan og metti, at knívurin var einar 15-20 sentimetrar frá sær. Hon segði, at hevði hon ikki hopað undan, hevði hon verið rakt av knívinum.
Eftir hetta valdi hon at kvika sær innar og læsa hurðina.
Hon segði seg tá verða á markinum til panikk, og hon óttaðist fyri lívinum hjá sær sjálvum og børnunum.
Hon bað tær tríggjar døturar fara upp á loftið at krógva seg, og tá skríggjar tann eina, at maðurin kemur aftur við einum steini. Hon ringir tá til løgregluna at koma eftir óða manninum, og hon hoyrir, hvussu ákærdi maðrin við steininum bukar á úthurðina.
Hon ringir tá til ein mann í bygdini um at koma sær til hjálpar, og fer síðani út í gongin, har maðurin hevur brotið eitt hol í glasrúin í úthurðini.
Tá hann trilvar inn um við hondini at lata hurðina upp, tekur kvinnan eitt skóhorn og slær mannin á fingrarnar. Tað eydnast kortini maninum at fáa hurðina upp, og tá veit kvinnan sær einki annað at gera, enn at sláa mannin í høvdið við skóhorninum alt tað, hon var ment.
Skuldi hevna seg
Tað var eins og maðurin klárnaði, tá hann fekk slagið í høvdið.
- Hvat havi eg gjørt? Eg havi brotið úthurðina, eg skal gjalda hana aftur, segði maðurin og fór síðani á dyr.
Men tá hann so tók seg til høvdið og varnaðist, at hann bløddi, gjørdist hann aftur í øðini.
- Tú hevur skatt meg, eg skal nokk hevna meg, rópti maðurin eftir kvinnuni, men fór kortini til húsar heim.
Allan vegin – so leingi sum kvinnan hoyrdi – banaði og blótaði hann inn á kvinnuna.
Nú kom so maðurin, sum hon hevði ring eftir, og tey gjørdu av at fara oman í eitt neyst at krógva seg. Hon ringdi aftur eftir løgregluni at vita, hvat teir blivu av, men tá vóru teir á staðnum stutt eftir.
Bróðursonurin váttaði í rættinum, at seinnu ferðina maðurin var komin aftur, hevði hann verið illur og hevði sagt seg skula drepa kvinnuna og síðani taka lívið av sær sjálvum. Hann segði seg ongantíð hava hoyrt pápabeiggjan tosa soleiðis áður.
Ákærin í málinum helt, at prógv var fyri, at maðurin hevði hótt kvinnuna, bæði munnliga og við knívi, og at tað átti at kosta manninum tríggjar mánaðar treytaleysa fongsulsrevsing.
Verjin metti hinvegin, at dómurin átti at liggja um teir 20-25 dagarnar, og tá maðuin longu hevur sitið varðhaldsfongslaður í tríggjar vikur, átti ein møgulig rest at vera treytað.
Dómarin valdi at døma mannin í 60 dagar treytaleysa fongsulsrevsing, men at dagarnir, maðurin hevur sitið í varðhaldi, skulu dragast frá.