Knappliga stóð bilurin bara í ljósum loga

Seint í gjár kom eldur í ein kranabil, sum stóð parkeraður á parkeringsplássinum beint uttan fyri skúlan í Søldarfirði. Bilurin kolaðist upp og verður ikki til bil aftur.

Tá Portalurin hevði samband við løgregluna í gjárkvøldið, fingu vit at vita, at eldurin helst var íkomin, tí eitt av hjólunum var vorðið heitt og hevði fest í aftarliga undir bilinum.

Men hetta er ein misskiljing.

Kranabilurin hevði slett ikki koyrt í eitt samdøgur, tá eldur kom í hann. Eigarin hevði arbeitt upp á bilin á einum verkstaði og hevði sett hann frá sær á parkeringsplássinum um nátturðatíð leygarkvøldið.

So, tað var ikki fyrr enn eitt samdøgur eftir, at eldur kom í bilin.

Eigarin sigur við Portalin í morgun, at hansara meting er, at eldur er komin í, har sikringar og rele sita í sjálvum bilhúsinum.

- Men, tað er bara mín meting.

Hann leggur aftrat, at tá hann arbeiddi upp á bilin dagin fyri, fekst hann slett ikki við sikringar og rele, men gjørdi aðrar mekaniskar umvælingar.

- Eg búgvi beint oman fyri, har bilurin stóð. Eg hoyrdi eitt hvørt og hugdi út. Tá stóð bilurin í ljósum loga, sigur bilaeigarin, sum keypti kranabilin fyri góðum ári síðan og hevur havt úr at gera við koyring síðan tá.

Bilaeigarin leggur aftrat, at hetta var ein gamal bilur, men hann var í góðum standi, tí hann hevði gjørt nógv við hann og hevur brúkt nógvan pening upp á bilin.

- Nú noyðist eg at hyggja mær eftir øðrum bili, sigur hann við Portalin í morgun.