Í sambandi við at fýra musikkskúlar í Eysturoynni hava stovnað ungdómsorkestrið Knavar verður skipað fyri fjølbroyttari konsert í Skála skúla leygardagin 27. mai
Sveinur Tróndarson
Leygardagin 27. mai, klokkan fimm, fer ungdómsorkestrið Knavar úr Eysturoynni at hava konsert í Skála skúla. Konsertin verður hildin saman við klavernæmingum úr Skála Musikskúla og eisini saman við Nes Sóknar Musikkfelag.
Samstarv millum skúlar
Knavar er eitt rættuliga nýtt orkestur. Talan er um eitt samstarv millum fýra musikkskúlar í Eysturoynni, við tí endamáli, at skipa fyri samanspæli fyri næmingum sínum. Samanspæli er fyri messingljóðførini í musikkskúlunum í Nes Sókn, Oyndarfirði, av Strondum og av Skála, og tað er vorðið til eitt ungdómsorkestur við 29 spælarum.
Tað er Atli Petersen, sum hevur frálæruna í øllum fýra skúlunum um hendi.
Av teimum 29 næmingunum, hevur umleið helvtin spælt í eitt ár, meðan hin helvtin hevur spælt í meiri enn eitt ár.
Venjingin í orkestrinum Knavar fer fram í øllum økinum og higartil hevur orkestrið havt eina felags venjing um mánaðin. Higartil hava tær verið í Oyndarfirði, á Strondum, á Toftum og í Søldarfirði. Leygardagin verður seinasta felagsvenjingin í hesum umfari á Skála, og so verður samstundis endað við eini konsert sama dag.
Smáu hornini
Tá orkestrið var stovnað, var avgjørt, at tað eisini skuldi hava eitt navn. Tí varð kapping útskrivað millum spælararnar í orkestrinum fyri at finna eitt navn og eitt búmerki. Hesa kapping vann tann 15 ára gamli Jóannes Lamhauge av Glyvrum fyri uppskotið Knavar og fyri tað fær hann vinning handaðan á konsertini leygardagin.
Orðið Knavar merkir smá horn á veðurlambi, og tað halda tey, sum vara av orkestrinum vera eina góða ímynd fyri hesum orkestri ? smá horn, ella horn, sum standa í vøkstri.
Seinastu dagarnar hava tey, sum stíla fyri, prentað navnið og búmerkið hjá orkestrinum á T-troyggjur, sum verða latnar spælarunum leygardagin og ætlanin er, at hetta skal vera búnin, sum orkestrið framyvir fer at nýta.
Fjølbroytt skrá
Sum sagt, so verður tað ikki bara nýggja ungdómsorkestrið í Eysturoynni, sum fer at føra fram á konsertini. Klavernæmingar úr Skála Musikkskúla vera við, og tað verður Nes Sóknar Musikkfelag eisini.
Nes Sóknar Musikkfelag fer at føra fram løgini, sum orkestrið framførdi til Musikkstevnuna, sum varð hildin á Oyrarbakka Dýra biðidag.
Hornorkestrið í Nes Sókn hevur drúgvar royndir. Tað eru 38 ár síðani NSM var stovnað.
Ætlanin er, at orkestrini, sum eru í sama øki, skulu spæla tvey løg saman, fyri at geva teimum, sum eru við í Knavar, eina kenslu av, hvussu tað er at spæla í einum rættiligum hornorkestrið. Sjey av leikarunum í Knavum eru longu við í NSM, og tað er at vóna, at tiltakið leygardagin fer at økja um hugin, at sleppa upp í part. Ætlanin er at enda konsertina við at bæði orkestrini spæla 2 løg saman, so at tey ungu harvið royna at spæla í einum rættiligum hornorkestri.
Innbjóðing er send bygdaráðslimum í bygdunum, sum leikararnir koma frá. Á henda hátt vilja musikkskúlarnir vísa bygdaráðslimunum, at tann peningur, sum teir játta til skúlan, er farin væl og ríkar tónleikalívið í økinum.
Tá konsertin er av, bjóða fyrireikararnir ein drekkamunn og teir vóna, at nógv fólk fer at møta til konsertina.