Knud Odde ovast á føroyskum topplista

Fyrrverandi bassleikarin í danska bólkinum Sort Sol er nummar eitt á føroyskum hitt lista við lagnum Sommernat i Torshavn.

 

Tað hevur vakt ans í danska miðlaheiminum, at ein dani er á ovastu rók á føroyskum hitt lista. Sangurin er atkvøddur á ovasta sess á listanum CB Føroya.

Knud Odde fór úr Sort Sol í 2001 fyri at fáast meira við myndlist. Sangurin er á eini EP, sum kemur út í samband viið at Odde er við í summarframsýning í Norðurlandahúsinum í Føroyum, veit gaffa.dk at siga.