Saman við Jan Rúna Poulsen, Mattias Kapnas og Bartal Læarsson fer Knút Háberg Eysturstein at spæla á Loppen á Christiania 5. september.
Knút er annar bólkurin, sum spælir hetta kvøldið. Hin bólkurin er danskur og rópast Ring Them Bells, ið telur fleiri garvaðar menn úr danska indie rock/undirgrunds umhvørvinum. Ring Them Bells spælir noise rock við føroyskum íkasti, tí maðurin við gittarinum í er Jan Johanesen, ið fleiri ivaleyst minnast frá bólkinum Glorybox.
Jan er eisini at hoyra á fleiri av løgunum á nýggju plátuni hjá Knút, On High, millum annað á lagnum The Road, sum hevur verið nógv at hoyrt, síðani tað kom út sum staklag fyri einum ári síðani.
Tað verður tó Knút sjálvur, sum hevur gittarin um hendi, tá hann fer á pall á Loppen 5. september, har Jan Rúni spælir trummur, Mattias Kapnas keys og Bartal Læarsson bass.
Tiltakið, sum ikki einans fevnir um tónleik, byrjar klokkan 21.00 danska tíð. Umframt bólkarnar báðar verður eisini ølsmakking á skránni, tí viðurkenda mikrobryggjaríið Mikkeller hevur gjørt ein Ring Them Bells-portara, sum kann roynast hetta kvøldið.
Les meiri um konsertina á Loppen 5. september her og her.