Ólavsøkudag kappaðust skjótastu rossini í Føroyum á reiðbreytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Marknagili.
Máni sum Knút Lútzen eigur og ríður gjørdist stóri sigurshesturin hendan dagin. Hann gjørdi ikki mætari enn at vinna tvær kappingargreinar. Fyrst vann hann skeið og so endurtók hann bragdið løtu seinni, við eisini at vinna travkappingina, skrivar Føroya Ríðingafelag á heimasíðu sínari.
Kappingina í Skeið vann Laxi við Marner Joensen á baki. Tað er Dánjal Magnusen á Oyrabakka ið eigur Laxa. Tað man ikki vera ofta at ross av Oyrabakka hava vunnið kappríðing.
Tvíspor ung vann Brá við Ragnheiður Ólafsdóttir, Grækaris Joensen eigur Brá.
Hans Pauli Poulsen vann Tvíspor ll flokk, Marita Askham eigur Fjalir. Hans Pauli Poulsen hevur í ár riðið kapp í 30 ár.
Tvíspor l flokkur varð vunnin av Fúsa, riðin av eigarinum Zacharias R. Jacobsen. Fúsi hevur aftaná skaðasteðg í fjør vunnið allar kappingarnar í ár og ringt verður koppa teimum báðúm í FM kappingini. Búi Holm og Kambur hjá Pol Falkvard gjørdist nr. 2 og Tummas Rubeksen við Grekku hjá Júst Rubeksen nr. 3.