##med2##
Russisk ferðafólk skulu ikki longu sleppa at ferðast til ES londini.
Tað heldur danski uttanríkisráðharrin, Jeppe Kofod. Hann skal í morgin og mikudagin hitta sínar starvsfelagar í ES í Prag í Kekkia.
Her eru enn fleiri tiltøk ímóti Russlandi ovast á dagsskránni í sambandi við russisku innrásina í Ukraina fyri góðum hálvum ári síðani.
– Tað er grundleggjandi sera provokerandi, at russisk ferðafólk kunnu ferðast í Evropa, samstundis sum ukrainskir býir verða bumbaðir sundur og saman, sigur hann.
– Og at ukrainskir menn millum 18 og 60 ár ikki mugu fara av landinum, tí teir eru tvingaðir til at stríðast ímóti ólógligu russisku innrásini.
– Tað er týdningarmikið, at vit senda greið boð til Russlands um, at alt sum tey gera í Ukraina, er fullkomiliga ørt. Og at eitt av amboðunum, sum kann nýtast, er at taka turistvisa frá russarum, sigur danski uttanríkisráðharrin.
Bretska blaðið Financial Times skrivar í gjár, at ES limalondini fara at mæla til at seta úr gildi avtalu við Russland, sum síðani 2007 hevur gjørt tað lættari fyri russarar at fáa visum, so tey kunnu ferðast inn í ES lond.
Eftir innrásina í Ukraina í februar valdu ES londini, at russiskir stjórnarpolitikarar og embætismenn ikki skuldu fáa visum.
Sama er galdandi fyri nógv vinnulívsfólk og ríkastu fólkini í Russlandi. Tey verða eisini nevnd oligarkar.
Jeppe Kofod vónar, at tað eydnast at finna eitt felags uppskot millum ES londini um russisku ferðafólkini.
– Vit vilja arbeiða hart á fundinum fyri eini felags loysn í ES, tí tað fer at hava størstu ávirkan, sigur hann.
– Eins og við pakkunum við revsitiltøkum, vit hava samtykt, so virka tað sterkast, tá vit øll eru við.
– Tað hevur fyrstu raðfesting fyri meg, og tað skulu vit tosa um í morgin og mikudagin, sigur Jeppe Kofod.
Um tað ikki eydnast at skapa semju í ES um tiltøkini ímóti russisku ferðafólkunum, fer stjórnin at kanna, hvørjir møguleikar eru fyri hesum frá danskari síðu.
– Men tað er ov tíðliga at kjakast um, hvat tá kann gerast, sigur Jeppe Kofod.
/ritzau/