Koizumi ger teknifilm

Tað verður sagt, at politikkur kann geva fólki fleiri og fjølbroyttar førleikar, og fyrrverandi japanski forsætisráðharrin Junichiro Koizumi er helst eitt talandi dømi um, at tað er so.

Hansara nýggjasta ítriv er at leggja rødd til japanskar teknifilmar, og tað dugir hann sera væl, skrivar AP.

Annars hevur Junichiro Koizumi kanska ongantíð verið sum politikarar flest. Hann er Elvis Presley-fjeppari um ein háls, og hansara sermerkta hár varð ofta umrøtt og avmyndað, tá hann var stjórnarleiðari frá 2001 til 2006.