Nú er ætlanin at Koks skal fáa eina nýggja matstovu.
Koks, sum herfyri fekk eina Michelinstjørnu, ið er fremsti heiður ein matstova kann fáa, helt til á Hotell Føroyum, men hetta seinasta árið hevur hon hildið til í leigaðum sethúsum í Kirkjubø.
Men nú hava tey á Hotel Føroyum søkt Tórshavnar Kommunu um at fáa byggiloyvi til eina nýggja KOKS matstovu, og hon skal vera niðanfyri Hotel Føroyar, oman ímóti viðarlundini har.
Ætlanin er at nýggja matstovan skal vera liðugur í apríl 2018 og í býráðnum er semja um at leiga teimum stykkið í 30 ár til endamálið.
Á býráðnum verður upplýst, at talan er um eitt friðað stykki, sum Kommunan sjálv eigur, og skal tað bera til at byggja, verður neyðugt at broyta byggisamstyktina. Men tað er semja í kommununi um at tað skal gerast og at mæla landsstýrinum til at byggissamtyktin verður broytt.
Samstundis er semja um, at Hotel Føroyar skal fáa stykkið til leigu í 30 ár til nýggju matstovuna. Harafturat skal málið eisini leggjast fyri friðingarmyndugleikarnar og skógfriðingarnevndina.
Nýggja matstovan verður í tveimum hæddum, sum hvør verður 9,5 x 22,3 metrar, umframt at tríggir smærri útbygningar skulu gerast.
Bygningurin skal standa heilt oman ímóti viðarlundini og samstundis er ætlanin at gera gøtur ímillum Hotellið og nýggju matstovuna. Matstovan verður løgd í eina brekku, har kjallarahæddin er undir jørð á ovaru síðu og soleiðis at matstovan fellur væl inn í lendið.
Í tí sambandi verða endarnir lagaðir úr gróti, síðurnar verða klæddar við timbri og verður takið lagt við flagi.