KOKS hevur fortjent tvær stjørnur

Tað sigur kendur danskur matstovuummælari

– Tað er heilt óalmindiliga gott, at KOKS í Føroyum hevur fingið tvær stjørnur.

 

Tað sigur Bent Christensen, kendur matummælari í Danmark og stovnari av Den Danske Spiseguide við Ritzau tíðindastovuna, eftir at tað í kvøld varð kunngjørt, at føroyska matstovan Koks nú hevur fingið tvær Michelin stjørnur.

 

– Tað hava tey í Føroyum eisini uppiborið, sigur Bent Christensen.

 

– Eg hevði næstan ikki trúð, at tey kundu finna upp á at fara upp í Norðuratlantshav at geva tvær stjørnur, sigur hann.