KOKS letur upp í Tivoli 17. juli

Einasta føroyska Michelin-matstovan, Koks, fer aftur í summar út at ferðast til Keypmannahavnar. Hesaferð er málið Tivoli í Keypmannahavn, har Koks fer at hava opið frá 17. juli.

Í Tivoli eru 23 matstovur, 14 fastfood-veitingarstøð, fimm barrir og tvær kafé'ir. Nýggja pop up-tiltakið við eitt nú Koks er ein liður í at hækka støði á gastronomiini í stuttleikaparkinum Tivoli, segði stjórin í Nimb í Tivoli, Mikkel Ustrup við Berlingske herfyri.

– Vit hava eina strategi, sum gongur út upp á at lyfta gastronomiska støðið, og her er tað rættiliga gott, at vit hava fingið so áhuaverdar aktørar at seta støðið høgt. Koks er ju eitt lítið undur, sum hevur fingið tvær Michelin-stjørnur í Føroyum, og sum er líka kent í New York sum í Keypmannahavn.

Koks hevur áður havt pop up-matstovu í Keypmannahavn. Hesaferð verður pop up-matstovan í Tivoli opin frá 17. juli til 4. september í ár.