Haiti, sum stríðist fyri at fóta sær aftur aftan á tann ógvusliga jarðskjálvtan í januar, hevur nú eisini fingið umfarssjúkuna kolera at stríðast við. Myndugleikarnir siga, at 138 fólk eru deyð av sjúkuni, sum ger um seg har norðuri í landinum.
Claude Surena, sum starvast hjá heilsumyndugleikunum, sigur við tíðindastovuna AFP, teir seinastu dagarnar eru meiri enn 1.500 fólk vorðin smittað, og hann stúrir fyri, at sjúkan kann gerast ein landsumfatandi heilsukreppa.
Jarðskjálvtin í januar kravdi meiri enn 250.000 mannalív, og meiri enn ein millión fólk mistu hús og heim. Hjálparfelagsskapir hava í fleiri mánaðir gjørt vart við, at vandi var fyri umfarssjúkum. Teir hava millum annað kært seg um, at fólk fáa ikki nóg mikið av reinum vatni.
Teir seinastu dagarnar hevur áhaldandi regn elvt til vatnflóð í Haiti, og tað ger ikki støðuna betur.