Kollafjarðartunnilin stongdur

Fólk mugu á Oyggjarvegin í ódnarveðri

Ein lastbilur hevur rent seg fastan í Kollafjarðartunlinum, og ger hetta, at tunnilin er stongdur.

 

Øll ferðsla má tí umvegis Oyggjarvegin, men tað er ikki bara sum at siga tað, tí har er ódnarveður. Á Oyggjarvegnum við Norðradalsskarð er í løtuni stormur, í hvirlunum upp í 35,6 m/s.

 

Lastbilurin hevur skorað seg fastan, og enn veit løgreglan hvørki hví bilurin hevur rent seg fastan ella nær tunnilin opnar aftur.

 

Landsverk er á veg á staðið. Mett verður, at pláturnar í tunlinum fara at detta niður, tá bilurin verður tikin burtur.