Kollafirði:Kappróður, djórðagarður, dansur og undirhald av ymsum sløgum verður á Sundalagsstevnuni í Kollafirði um vikuskiftið.
Høvuðsfyriskipari á stevnuni er Kollafjaðrar ítróttarfelag, KÍF, sum saman við skótunum, Bátafelagnum í Kollafirði og Bjargingarfelagnum stendur fyri stevnuni.
Í grundini eru ikki færri tvær stevnur í Kollafirði. Bátastevna verður, sum Øssur av Steinum fer at seta fríggjakvøldið klokkan 22.00.
Sjálv Sundalagsstevnan verður sett av Nikláa Petersen, løgtingsmanni, á havnarlagnum leygardagin klokkan 14.00. Tá fara ítróttarfólk og skótar saman við harmoniorkestrinum GHM at ganga skrúðgongu inn gjøgnum bygdina. Undir setanini fer GHM eisini at spæla.
Kappróðurin, sum telur við í FM kapingini, er sum vanligt klokkan 15.00.
Klokkan 23.00 verður midnáttarsamkoma við báli niðan fyri missiónshúsið. Thomas Arabo fer at halda røðu, og aftan á verður farið upp á gólv saman við Norðstreymoyar Dansifelag.
Dansað verður annars dúgliga í Kollafirði um vikuskiftið. Bæði fríggjakvøld og leygarkvøld verður skipað fyri dansi.
Skemtiligir hava kollfirðingar altíð borið orð fyri at vera, og onkur roynir at liva upp til tað enn. So stevnuteitið verður eisini á Sundalagsstevnuni. Og onkur vil vera við, at ávísar hendingar, sum farnar eru fram undir verkfallinum, sum var, ivaleyst fara at verða lýstar eina slíka løtu.
Hondbóltur, møtir, matsøla og annað mangt, sum vanliga er á stevnu, verður sjálvandi eisini í Kollafirði hetta vikuskiftið.