Kollfirðingar langa starvstíð í Tórshavnar kommunu

Unn Andreasen og Jacobina Dam hava starvast í ávikavist 20 og 30 ár fyri Tórshavnar kommunu.

Dagstovnurin Kura hátíðarhelt í gjár, at tvey starvsfólk høvdu merkisdagar. Unn Andreasen og Jacobina Dam hava starvast í Tórshavnar kommunu í ávikavist 20 og 30 ár. Báðar eru tær úr Kollafirði.

 

Borgarstjórin var á vitjan, helt stutta røðu og handaði teimum báðum blómur frá býráðnum.

 

Annika Olsen takkaði fyri drúgva arbeiðið, sum tær báðar hava útint fyri børn og foreldur. Og borgarstjórin nýtti samstundis høvi til at síggja nýggja stovnin í Kollafirði, sum liggur í sera náttúruvøkrum umhvørvi beint við Botnánna í Kollafirði.

 

Á dagstovninum Kuru eru 3 stovur til vøggustovubørn og 2 stovur til børn í barnagarði.

 

Fleiri myndir eru at síggja á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.