Kollfirðingar leysir av botninum

Somikið væl hevur gingist hjá KÍF í endaspælinum, at tær nú eru væl og virðiliga leysir av botninum. Sunnudagin løgdu teir enn meira sjógv millum seg og Tjaldur

KÍF-Tjaldur 31-21 (12-7)


So at siga alt grundspælið høvdu kollfirðingar ivasama heiðurin av at eiga niðasta liðið í bestu mansdeildini

Eftir at farið varð í holt við endaspælið, er henda støða tó broytt nakað. Bæði móti Tjaldur og H71 hava kollfirðingar verið omaná, og tá Tjaldur sunnudagin vitjaði høllina í Vestmanna, sum enn er heimavøllur kollfirðinga, var als eingin ivi.


Kunnu hugsa um næsta ár

Kollfirðingar hølvaðu nevnliga Tjaldur av, uttan at spenningur nakran tíð kom í dystin.

Eftir knappar tíggju minuttir, var munurin millum liðini longu fimm mál, og hóast Tjaldur royndi at muta nakað ímóti, so fingu teir ongan tíð skapt nakað av spenningi í dystinum.

Serliga gjørdi Óla Kristian sítt til, at runavíkingarnir ikki fingu bóltin nóg ofta inn um mállinjuna, og í hinum endanum var tað Petur Martin Poulsen, sum gjørdi mest um seg.

Støddina og styrkina hevur hann við sær, og tá skotini so sita somikið væl, sum tey gjørdu í hesum dysti, er ikki nógv at gera hjá mótstøðuliðunum. Ikki færri enn 12 mál fekk hann í dystinum, og átti hann sostatt sín stóra lut í sigrinum sunnudagin.

Annars er tað aloftast ein annar Petur Martin, nevnliga Johansen, sum vanliga er stóri málslúkurin hjá KÍF, men sunnudagin var hann mansvardur meginpartin av dystinum, og tískil slapp hann ongantíð at spæla tann leiklut, sum hann er vanur við.

Hetta tóktist tó ikki at nerva kollfirðingarnar nakað serligt, og nú kunnu teir helst byrja at fyrireika seg til komandi kappingarár.

Í øllum førum er líkt til, at teir verða verandi á fimta plássinum tað, sum eftir er av kappingarárinum. Enn hava teir tó ein dyst eftir móti H71, men tá sæð verður burtur frá hesum, skulu teir helst ikki vænta sær tey nógvu stigini.


Gingið illa

Hjá Tjaldur hevur tað hinvegin gingið av skriðuni, síðani stigini vórðu hálvbýtt. Sjey dystir í endaspælinum hava ikki kastað nakað av sær, og eisini er líkt til, at hetta hevur gingið út yvir avrikini og hugin á vøllinum.

Liðið var eitt nú rættuliga illa mannað til dystin sunnudagin, og fleiri av teimum leikarum, sum vóru á vøllinum, nýttu meira orku til at brúka seg, heldur enn at hugsa um spælið við lítlu leðurkúluni.

Sverri Justinussen royndi tó sítt, men ein leikari er ikki nóg mikið til at lyfta alt liðið, og tá hvørki Tummas ella Elias vóru at hjálpa til, gekk tað sum tað gekk.

Tjaldur er nú á niðasta plássinum á stigatalvuni, og skulu teir hava nakran møguleika at flyta seg av hesum, er helst neyðugt við einum sigri, tá teir á seinasta leikdegi skulu leika móti hoyvíkingum.

Áðrenn tað skulu teir royna seg móti teimum fýra liðunum, sum mynda ovaru helvtina av stigatalvuni, og nógv skal broytast, um teir skulu fáa nakað sum helst burtur úr teimum dystunum. Eingin ivi um tað.


Dysturin í tølum

Málskjúttar:

KÍF: Petur Martin Poulsen 12, Petur Martin Johansen 4 (3), Jónálvur Johannesen 4, Vagnur Johannesen 4, Jákup Dam 3, Emil Petersen 2, Finn Heri Johannesen 2

Tjaldur: Sverri Justinussen 10 (4), Arnfinn Langgaard 4, Mortan Hansen 3, Ragnar Olsen 1, Súni Fríði Johannesen 1, Ken Bærentsen 1, Trygvi Mortensen 1

Brotskøst:

KÍF 3, Tjaldur 4

Útvísngar:

KÍF 5, Tjaldur 2

Diskvalifikatión:

KÍF 1 (beinleiðis reytt)

Dómarar úr Kyndli:

Gunnar Gregorieussen og Ragnar Simonsen