Kollfirðingar og klaksvíkingar spæla í kvøld

Tveir miðvikudystir í hond­bólts­kappingini eru á skránni í kvøld og í annaðkvøld. Í kvøld er ein mansdystur í Atlantic Airways-kappingini, sum verð­ur spældur í Kollafirði klokk­an 20, tá KÍF tekur ímóti Team Klaksvík.
KÍF er við heilt har frammi, hóast tað um vikuskiftið gjørd­ist til eitt tepurt tap fyri VÍF, sum eisini vil kappast um odda­sessin, har Neistin nokk er lið­ið, hini bjóða av.
Mótstøðuliðið hjá koll­firð­ingum í kvøld, Team Klaksvík, er tað liðið, ið helst hevur verið orsøk til størst bilsni higartil, tí klaksvíkingarnir hava í sínum fyrstu dystum skavað sær trý stig saman. Sum tað higartil hevur sæð út, eru hetta bara tey fyrstu av mongum stigum í vetur.
Undan dystinum í kvøld er KÍF nummar tvey við fýra stigum og Team Klaksvík numm­ar fýra við trimum stigum.
Í annaðkvøld klokkan 19 er so ein kvinnudystur á skránni í KÍ-høllini í Klaksvík, har Stjørnan tekur ímóti StÍF. Stjørnan hevur tvey stig fyri tríggj­ar dystir og StÍF hevur bara spælt ein dyst, sum liðið tapti við 24 málum!
Stjørnan hevur mist nógv fólk undan hesum kapp­ingar­árinum, men hevur allíkavæl ein rímiligan hóp, sum í øllum førum ger, at heimaliðið má metast sum stórfavorittur, nú kvinn­urnar av Strondum vitja.