Kollfirðingar vita ikki enn hvar teir flóta

-Ósemjan um Limirnar í Kollafjarðar Arbeiðarafelag er harnað seinastu dagarnar

 

Ósemja


Enn er ongin loysn fingin á ósemjuna um arbeiðsfólkið í kollafirði.

Tvørturímóti eru tekin til, at ósemjan harðnar í hvørjum.

Men samstundis er tað sumt, sum bendir á, at ein avgerð fer at fella í málinum nakað skjótt.

Í hvussu so er, hevur bæði Føroya Arbeiðarafelag og Kollafjarðar Arbeiðarafelag mist tolið.

Bæði Hans Madsen og Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag eru samd um, at tað skal vera nú, at skil aftur fæst á viðurskiftini.

Tað, sum ósemja er um, er, hvørjum fakfelag arbeiðsfólkini í Kollafirði skulu vera limir í.

Tey hava verið limir í Kollafjarðr Arbeiðarafelag, og sostatt eisini í Føroya Arbeiðarafelag, í nógv ár. Men nú Kollafjørður kom uppí Tórshavnar Kommunu, ger Havnar Arbeiðsmannafelag vart við seg og heldur, at arbeiðsmenninir í Kollafirði eiga at vera limir havnar Arbeiðsmannafelag.

Somuleiðis er eisini ósemja um dagrøktararnar í Kollafirði.

Føroya Arbeiðarafelagi gjørdi í fjør sáttmála við Tórshavnar Kommunu um dagrøktararnar í Kollafirði. Men tann sáttmálin var bara galdandi til 31. desember í fjør, tí tá kom Kollafjørður upp í Havnina og dagrøktarar í Tórshavnar Kommunu eru í Starvsmannafelagnum. 1. januar skuldi tað sostatt vera Starvsmannafelagið, sum eisini yvirtók samráðingarrættin fyri teir dagrøktarar hjá Tórshavnar Kommunu, sum arbeiða í Kollafirði.


Flyta ikki gjøldini

Síðani tá hevur ósemja verið um verkafólkið í Kollafirði og hendan ósemjan er bara harðnað, tað sum farið er av árinum.

Hans Madsen sigur, at síðani samanleggingina á nýggjárinum, er Tórshavnar Kommuna blivin arbeiðsgevari hjá nógvum limum í Kollafjarðar Arbeiðarafelag

Men ein avleiðing av ósemjuni er, at Tórshavnar Kommuna flytir ikki Kollafjarðar Arbeiðarafelag limagjaldið fyri teir limirnar í Kollafjarðar Arbeiðarafelag og sum arbeiða hjá kommununi.

Heldur ikki hevur Býráðið flutt gjøldini til lívstrygging og eftirløn til Føroya Arbeiðarafelag, men til Starvsmannafelagið og Havnar Arbeiðsmannafelag.

Hann ger eisini vart við, at síðani kommunurnar vórðu lagdar saman er ongin nýggjur sáttmáli gjørdur fyri dagrøktararnar í Kollafirði.

? Og so leingi, nýggjur sáttmáli ikki er gjørdur, er tann gamli galdandi.

Hans Madsen sigur, at tað er beinleiðis ólógligt at Tórshavnar Kommuna flytir gjøldni til onnur feløg enn tað, sum fólkið er limur í, sigur Hans Madsen.

? Hetta er at leggja seg út í viðurskifti, sum Tórshavnar Kommuna onki hevur við at gera.

Ingeborg Vinther leggur afturat, at kommunan hevur ongan rætt til at flyta limir í onnur feløg ímóti teirra vilja.

Tey bæði fakfelagsfólkini eru tí púra samd um, at støðan er ótolandi, og sum tað sæst á grein aðrastaðni í blaðnum, krevja tey eina endaliga loysn á málinum fyrsta dagin.