Kollafjarðar Talvfelag gjørdist leygardagin føroyameistari í talvi, tá teir vunnu 3-1 á Klaksvík 1 í seinasta umfarinum av liðkappingini.
Eins og tað hevur verið vanligt seinastu árini varð seinasta umfarið telvað á einum og sama stað, í ár á Svangaskarði á Toftum.
Áðrenn seinasta umfar lógu kollfirðingar best fyri til at vinna FM-heitið. Teir vóru tvey stig framman fyri Havnina, sum var einasta lið, sum veruliga kundi hótta Kollafjørð. Klaksvík 1 hevði eisini ein teoretiskan møguleika fyri at gerast føroyameistari, men tann møguleikin var bert teoretiskur.
Og tá Havnin bert fekk javnleik 2-2 móti Talvfelagnum Streymi, var tað greitt, at Kollafjørður, sum hevði ligið á odda í allari seinnu helvt av kappingini, hevði vunnið liðkappingina.
Kollafjørður fekk tilsamans 28 stig, meðan Havnin gjørdist nummar tvey við 25 stigum.
Í botninum megnaði Vestmanna ikki at fáa neyðugu stigini til at sleppa undan niðurflyting. Áðrenn seinasta umfar var Vestmanna tvey stig aftan fyri Klaksvík 2, og seinasti dysturin var júst millum hesi bæði liðini. Hóast vestmenningar vunnu dystin við hálvum triðja stigi móti hálvumøðrum, var tað ikki nóg mikið til at halda sær uppi. Vestmanna endaði á 14 stigum, eitt aftan fyri Klaksvík 2. Sostatt varðveitir Klaksvíkin bæði síni lið í bestu deildini.
Toftamenn flyta upp
Í 2. deild gjørdu toftamenn bart í toppdystinum móti Kollafirði 1. Undan seinasta umfarinum var bert hálvtannað stig á muni millum hesi bæði liðini, men í seinasta dystinum vann Toftir ruddiliga. Kollfirðingar fingu bert hálvt stig frá toftamonnum, sum sostatt flyta upp í 1. deild.
Kollafjørður 1 datt við stóra ósigrinum niður á triðja pláss. Teir vórðu yvirhálaðir av Havnini 2, sum spældi móti hinum liðnum hjá Havnar Telvingarfelag. Tann dysturin endaði javnur 2-2, og sostatt kom Havnin 2 upp á 25 stig, eitt hálvt fleiri enn Kollafjørður 1.
Niður í 3. deild flytir Gøtu Talvfelag, og tað var heldur ikki óvæntað. Gøtumenn hava fingið nakrar rættiligar skortfleingjur í kappingini og fingu tá avtornaði bert níggju stig. Í seinasta dystinum ? botngysaranum móti Kollafirði 2 ? fingu gøtumenn bert eitt hálvt stig, og so var skriftin á vegginum greið.
Finalan í 3. deild stóð millum Havnina og Sandavág. Fyrra finalan endaði við javnleiki 2-2, men í seinnu finaluni á Toftum leygardagin drógu havnarmenn longra stráið og vunnu dystin 3-1. Kollafjørður gjørdist nummar trý og Klaksvík nummar fýra í 3. deild.
Kollafjarðar Talvfelag gjørdist føroyameistari í liðkappingini, og eisini liðkappingina hjá dreingjum vunnu kollfirðingar. Áðrenn seinasta umfari vóru bert tvey stig á muni millum Kollafjørð og Havnina, og í seinasta dystinum vunnu havnardreingir við hálvum triðja stigi móti hálvumøðrum. Sostatt restaði bert eitt hálvt stig í hjá havnardreingjum í at koma upp á síðuna á kollfirðingunum, sum endaðu á 25,5 stigum, meðan Havnin fekk 24,5.
Men unglingarnir hjá Havnini kláraðu at vinna FM-heitið við tilsamans 13 stigum. Klaksvík 1 fekk hálvtellinta og Klaksvík 2 eitt hálvt stig.
Ítróttarsosialurin ynskir øllum føroyameistarunum og uppflytarunum tillukku.