Hann hevur brúkt alla sína frítíð upp á børnini og tey ungu í Kollafirði. Og tað hevur hann gjørt nú skjótt í ein mansaldur. Tá ið jólatræið í Kollafirði varð tendrað, nýttu kollfirðingar eisini høvi til at heiðra eini eldsál í bygdini.
Tað er nú skjótt ein mansaldur síðani at vestmenningurin, Kári Durhuus, varð lærari í Kollafirði. Men umframt at vera lærari, hevur hann eisini verið ein undangongumaður í frítíðarlívinum í Kollafirði, serliga ímillum børnini og tey ungu.
Dorthea Joensen, limur í Kollafjarðarnevndini hjá Tórshavnar Býráð, sigur, at tí høvdu Talvfelagið í Kollafirði og KÍF avgjørt at geva honum eitt herðaklapp. Og tað herðaklappi slapp hon at handa honum í eini lítlari hugnaløtu eftir at jólatræið varð tendrað. Hon sigur, at Kári Durhuus hevur brúkt alla sína frítíð upp á talvfelagið í Kollafirði og upp á KÍF, partvís undir kvøldskúlanum og partvís uttanfyri kvøldskúlan. Hann hevur undirvíst børnum og ungum í talvi og hann hevur vant eina ørgrynnu av dreingjaliðnum í ymsum aldri í hondbólti. Samstundis hevur hann eisini havt undirvíst børnum og ungum í tónleiki. - Tað, sum hevur eyðkent Kára Durhuus, er, at øll eru sloppin upp í part, sigur Dorthea Joensen.
Hon sigur, at tað er fyri hetta stóra frítíðararbeiði, at Talvfelagið og KÍF vildu heiðra Kára Durhuus. Gávan, hann fekk, var ein dekoratión og ein brævbjálvi við eini lítlari peningagávu í. Tað var mest fyri at geva honum eitt herðaklapp og fyri at vísa, hvussu høgt kollfirðingar virðismeta hansara leiklut í frítíðarvirkseminum í bygdini.
Slíkt er ikki nakað, Kári Durhuus er so vanur við, so tað tað kom púra óvart á hann. - Tað er ikki ofta, hann er málleysur, men tá ið hann tá ið hann tók ímóti herðakallpuinum, var hann bæði málleysur og kensluborin Men eg tori at siga, at hetta er nakað, allir kollfirðingur tóku undir við, sigur Dorthea Joensen. |