Sosialurin skrivaði í gjár, at næmingarnir í 8. - 10. flokki úr Kollafirði eftir summarfrítíðina fara til Havnar at ganga í skúla. Hetta er ikki rætt, tí í sáttmálanum, Kollafjarða kommuna hevur við hinar kommunurnar um Felagsskúlan á Oyrarbakka, stendur, at tað er ein trý-ára uppsøgnartíð. Tískil er tað ikki fyrr enn á sumri í 2001, at sáttmálin fer úr gildi, og tá fara allir næmingarnir í 8. - 10. flokki úr Kollafirði at ganga í skúla í Havn.
Møgulig yvirgangsskipan
Vit hava ikki tosað so nógv um, hvussu vit loysa henda spurningin. Vit halda tó, at tað er best hjá næmingunum at ganga á sama skúla øll trý árini, sigur Hans Jacob Hansen.
Tí er ein møguleiki, at vit fáa eina yvirgangsskipan, har næmingar sum byrja í í 8. flokki fara til Havnar, meðan teir, sum nú ganga á Oyrarbakka, ganga øll árini har.
Kortini er avgjørt, at teir næmingar, sum byrja í 8. flokki eftir summarfrítíðina í ár, fara til Oyrarbakka. Yvirgangsskipanin kundi sostatt komið í gildi eftir summarfrítíðina ár 1999. Enn er tó einki avgjørt, at hesin hátturin skal nýtast at loysa trupulleikan. Men verður hann nýttur, so verður dupult skúlakoyring hjá kollfirðingum frá heysti 1999. Nakrir næmingar fara til Havnar í skúla, meðan hinir fara til Oyrarbakka. Og hetta merkir eisini at meir skal gjaldast til skúlakoyring.
Heldur ikki er avgjørt hvønn skúla í Havn, næmingarnir úr Kollafirði skulu ganga á. Eysturskúlin hevur tó verið nevndur, tí har er pláss.
Ikki nú men í framtíðini
Sosialurin biður um orsaka, at Hans Erland í Brekkunum, skúlastjóri á Felagsskúlanum á Oyrarbakka, varð skeivt endurgivin í blaðnum í gjár. Hann segði ikki, at teir missa allar næmingarnar úr Kollafirði nú næsta skúlaár, men at støðan verður soleiðis í framtíðini. Tískil verða avleiðingarnar, sum til dømis færri næmingar og lærarar, ikki at síggja fyrr enn um nøkur ár.