Ørnin úr Sandavági er FM vinnari í kappingini millum 5-mannafør, mannað við gentum. Men tær stóðu ikki ovast á pallinum ólavsøkuaftan. Nett sum á norðoyastevnu, so megnaðu tær ikki at vinna. Ørnin hevur annars vunnið allar hinar fýra FM róðrarnar í summar.
Á norðoyastevnu endaðu tær heilt afturi á fimta plássinum, men so galið gekk ikki á ólavsøku.
Kollur var millum teir fremstu alla tíðina. Fyrstu løtuna hevði hann stóra kapping av Svani og Junkaranum, meðan Ørnin var ein lítlan skut aftanfyri.
Tá bátarnir nærkaðust Molanum var Ørnin einsamøll beint í hølinum á Kolli, men tað eydnaðist ongantíð FM vinnaranum rættuliga at hótta genturnar úr Kollafirði.
Kollur var leysur eina løtu. Í endaspurtinum vann Ørnin nakað inn á bátin í oddinum, og tær fingu um rongina á Kolli, men tær komu ikki longri fram, og á málinum var munurin ein bátslongd.
Tað var akkurát so, at Ørnin kneykaði Junkaranum, mannaður við vestmannagentum. Hesar ungu genturnar hava verið sera støðugar í ár, og eisini hesa ferð vóru tær við í kappingini millum tær fremstu alla tíðina. Halda tær fram, so er einki at ivast í, at tær fara at standa seg væl í kappingini komandi ár.
Merkisvert var annars, at Royndin Fríða, nýggi báturin hjá vágbingum, sum vann á norðoyastevnu, men sum síðani tá bara hevur fingið eitt stig, ikki var við á ólavsøku.
Hetta var fimta ferðin, at Ørnin við gentumanning vardi kappróðurin í Vágum við at vinna FM heitið. Hinar ferðirnar vóru í 1988, 1990, 1991, 1997 og so aftur í 1998.
Báran og Sílið hava vunnið ávikavíst trý og tvey FM heiti í nítiárunum, men í ár hevur gingið illa hjá báðum hesum bátunum.
jh