Tað var Kollur hjá kollfirðingum, sum var fremstur, tá ið 14 – 16 ára gomlu genturnar kappaðust á Trongisvágsfirði í dag.
Kappingin var sera stór og spennandi, og tað vóru fleiri bátar, sum bjóðaðu seg fram.
Fyrstu longu løtuna var tað Tekla úr Klaksvík, sum var fremst, men tá ið teinurin var hálvrógvin, vóru tað Kollur og Pílur, sum løgdu seg framum.
Kappingin millum tær úr Kollafirði og tær í Knørraflagnum var sera stór og spennandi.
Tá ið bátarnir fóru um málið, var Kollur eitt heilt lítið vet undan Píli.
Róðurin í dag var ábending um, at tað fer at vera spennandi í hesi kappingini fram til á ólavsøku.
1 | Kollur (KÍF) | 05:38.44 | +00.00 | 7 | ||
2 | Pílur (RK) | 05:39.03 | +00.59 | 6 | ||
3 | Tekla (KRF) | 05:42.24 | +03.80 | 5 | ||
4 | Gulin (HR) | 05:51.45 | +13.01 | 4 | ||
5 | Ørnin (SÍF) | 05:52.10 | +13.66 | 3 | ||
6 | Spógvin (NSÍ) | 05:52.24 | +13.80 | 2 | ||
7 | Broddur (Sumba) | 05:53.11 | +14.67 | 1 | ||
8 | Geytin (TIND) | 06:01.06 | +22.62 | 0 | ||
9 | Falkur (HVR) | 06:10.24 | +31.80 | 0 | ||
10 | Æðan (AR) | 06:11.02 | +32.58 | 0 | ||
11 | Títlingur (HR) | 06:14.08 | +35.64 | 0 |
1 | Kollur (KÍF) | 3 | 20 | ||
2 | Pílur (RK) | 3 | 20 | ||
3 | Tekla (KRF) | 3 | 13 | ||
4 | Ørnin (SÍF) | 3 | 10 | ||
5 | Gulin (HR) | 3 | 9 | ||
6 | Spógvin (NSÍ) | 3 | 8 | ||
7 | Broddur (Sumba) | 3 | 5 | ||
8 | Geytin (TIND) | 3 | 0 | ||
9 | Falkur (HVR) | 3 | 0 | ||
10 | Æðan (AR) | 3 | 0 | ||
11 | Títlingur (HR) | 3 | 0 |