Kollveltandi bygging innan eldraøkið í Føroyum

Klaksvíkar býráð samtykti á býráðsfundinum týskvøldið 15. juni at nýggja røktarheimið í Klaksvík skal verða tað mest framkomna innan eldraøkið í Føroyum. Hetta ætlar býráðið við at skapa neyðugar karmar á nýggja røktarheiminum í Klaksvík, soleiðis at tað verður mest líkt íbúðum og verður tað mest framkomna innan eldraøkið í Føroyum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, forkvinna í sosialu nevnd býráðsins, fegnast um, at býráðið á fundinum týskvøldið 15. juni 2010 einmælt samtykti, at búrúmini í nýggja røktarheiminum skulu verða somikið stór, at hetta gevur møguleikar fyri íbúðarlíknandi umstøðum, har hjún fáa góðar umstøður at búgva saman, um tað er ynskiligt.

- Tað er ein styrki fyri verkætlanina, at eitt samt býráð tók undir við at byggja eitt framatrættað røktarheim, soleiðis at tað verður ein nýskapandi bygging við møguleikum fyri íbúðum.

- Búrúmini verða 34 fermetrar til støddar við møguleikum fyri lítlum køki, soleiðis at hetta verður mest líkt 24 smáum »íbúðum« á røktarheiminum heldur enn smá kømur, og tað gevur nýggjar møguleikar. Hetta ger eitt nú, at hjún uttan nakran trupulleika kunnu búleikast í somu íbúð ella kamari.

Forkvinnan í Sosialu Nevnd fegnast um, at býráðið hevur samtykt at staðseta nýggja røktarheimið á sera góðum stað mitt í býnum í Klaksvík á vestara armi fram við sjónum og við góðum sólargangi.

Bygginevndin, sum varð sett at fyririeika byggingina, er mannað við Jancy B. Klein, Hans Fróða Hansen, Henry Mellemgaard, Gunnleyg Durhuus/Elsbu Lützen, Jákup F. N. Mikkelsen og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, sum er væl nøgd við tað arbeiði, sum nevndin higartil hevur gjørt í samstarvi við býarverkfrøðingin og Fuglark, sum hava teknað og virkað sum ráðgevar í verktætlanini.

- Bygginevndin hevur í sínum tilmæli gjørt sær ómak at leggja røktarheimið væl í landslagnum. Eitt nú verður pláss fyri urtagarði í hugnaligum umhvørvi, samstundis sum umstøður verða fyri at njóta tað serliga umhvørvið, sum er uttanum heimið við sjóvarmálan.

- Sáttmálin um byggiarbeiðið verður undirskrivaður fríggjadagin 18. juni, og byggibúningararbeiðið byrjar í komandi viku, upplýsir forkvinnan í Sosialu Nevnd, sum staðfestir, at Klaksvíkar Kommuna á henda hátt er undangongukommuna á eldraøkinum.