Kollveltandi framtak í føroyskum sambandspolitikki

Talan er um politiska lívsverk mítt, segði Anfinn Kallsberg, tá ið hann lovprísaði nýskipanaruppskoti Sambandsfloksins, sum avtalað er at seta í verk í nýggja samgonguskjalinum.

Hergeir Nielsen

Í nýskipanaruppskoti Sambandsfloksins verða Føroyar roknaðar sum partur av einum ríki, ið er samansett av trimum javntstillaðum londum.
Sambandsflokkurin sigur í hesum uppskoti sínum, at fyri at kunna vera í hesum ríkisfelagsskapi, er neyðugt at nøkur málsøki eru felags fyri alt ríkið. Hesi eru: Kongshúsið, Grundlógin, Uttanríkismál, Verjumál, Gjaldoyra og Rættarskipanin.
Hesi felags málsøki eru »garðurin« rundan um ríkið, sigur Sambandsflokkurin, og tað eru hesi, sum gera, at vit kunnu tosað um eitt ríki, og tey skulu ikki kunna yvirtakast.
Anfinn Kallsberg og Fólkaflokkurin lagað nú garð fyri Sambandsflokkin. Teir viðurkenna ríkiseindina, og teir samtykkja í nýggja samgonguskjalinum, at: »Málið er at greiða viðurskiftini millum Føroya og Danmarkar. Hetta skal gerast við lóg, so løgtingið hevur heimild at yvirtaka øll mál, undantikið málsøki, sum viðvíkja ríkiseindini«.
Hetta er klokkukar tala. Sjálvsavgerðarrætturin er sleptur, og viðurkent verður, at Føroyar eru partur av ríkiseindini.
Mál innanfyri ríkiseindina verða nú liggjandi, har tey liggja. Tey eru mo. grundlógin, uttanríkismál og rættarskipanin. Mál, sum vit vóru komin áleiðis við at skipa undir føroyskum málsræði.
Fólkaflokkurin fekk áhaldandi áheitanir um at endurskipa sjálvstýrissamgonguna. Hann fekk tað í boði, áðrenn valið varð útskrivað, og honum stóð í boðið eftir valið at vera við til at endurskipað ta styrknaðu sjálvstýrissamgonguna.
Men nei. Fólkaflokkurin frávaldi einar frælsar Føroyar og valdi í staðin at lagað garð uttan um ríkiseindina saman við Sambandsflokkinum.
Vit harmast hetta kollveltandi framtak í føroyskum sambandspolitikki.
Vit harmast um, at tað eyðnaðist javnaðar- og sambandsflokkunum at seta orð á ein nýskipaðan sambandspolitikk, og enn meira harmast vit um, at Fólkaflokkurin sær tað sum lívsverk sítt at laga Garð um henda nýggja ríkisfelagsskapin.