Sjey nýggir mans eru á úttiknir til landsliðsdystirnar móti Kekkia og Kosovo, sum verða 16. november og 19. november í ávikavist Kekka og Kosovo. Håkan Ericson, landsliðsvenjari, hevur av álvara rist í posanum, tí hesa ferð fáa fleiri nýggir mans møguleika at vísa seg fram á landsliðnum.
Bárður á Reynatrøð, Hanus Sørensen, Martin Agnarsson, Samuel Chukwudi Johansen, Jann Julin Benjaminsen, og Stefan Radosavljevic eru nýggir á landsliðnum. Hartil eru Noah Mneney, Andrass Johansen og Pætur Petersen við aftur, eftir at teir fingu landsliðsboð á fyrsta sinni til seinastu landsliðsúttøkuna.
Håkan Ericson byrjaði tíðindafundin við at ynskja KÍ og Víkingi til lukku við FM og Løgmanssteypinum. Síðani vísti hann á, at føroyska liðið fekk 8 stig, sum er trý færri enn seinast, men hesa ferð í deild C.
Hann leggur afturat, at sigurin móti Turkalandi eitt framúr úrslit, hóast gestirnir gramdu seg um veðrið og skaðar. Her vísti landsliðsvenjari á vit spældu í nógvum hita í Turkalandi, og at teirra spælarar also spæla við stórum feløgum. Hartil manglaðu vit eisini nakrar av okkara royndastu monnum.
Landsliðið:
Gunnar Nielsen
Mattias Lamhauge
Bárður á Reynatrøð
Gilli Rólantsson
Hanus Sørensen
Viljormur Davidsen
Martin Agnarsson
Sonni Ragnar Nattestad
Samuel Chukwudi Johansen
Heðin Hansen
Gunnar Vatnhamar
Jóannes Bjartalíð
Jann Julin Benjaminsen
Meinhard E. Olsen
Mads B. Mikkelsen
Jákup B. Andreasen
Sølvi Vatnhamar
Stefan Radosavljevic
Andrass Johansen
René Shaki Joensen
Klmint A. Olsen
Patrik Johannesen
Pætur Petersen