Nú fáa nakrar fartelefinir frá Apple eisini føroyskar stavir.
Í dag boðar Føroya Tele frá, at í nýggjastu útgávuni av iOS-stýriskipanini hjá Apple, nevniliga hjá iOS 13, er eisini føroyskt knappaborð.
– Tað hevur leingi verið okkara hjartamál at fáa føroyska málið í Apple-tólini, so tað er líka lætt at skriva á føroyskum sum á øðrum málum, sigur Føroya Tele.
Og eftir drúgt samskifti við fleiri ymiskar deildir hjá Apple, umframt fólk í danska Uttanríkis- og vinnumálaráðnum, er hetta nú ein veruleiki, sigur Jan Ziskasen, samtaksstjóri á Føroya Tele.
##med2##
Yvir 50 prosent av teimum, sum brúka farnetið hjá Føroya Tele, hava iPhone, og tí eru tað nógvir føroyingar, sum nú fáa føroyskt knappaborð.
Sostatt er føroyskt knappaborð nú til taks á iPhone S6, SE og nýggjari modellum, sigur Føroya Tele.
Tá ið tú hevur fingið iOS 13, finnur tú føroyska knappaborðið soleiðis: Indstillinger -> Generelt -> Tastatur -> Tastaturer -> Tilføj nyt tastatur