Kolpetti slóðaði veg fyri vinabýaravtalu

Hvalba fær nú sín fyrsta vinabý

Eitt stykki av koli hevur slóðað veg fyri, at Hvalbiar kommuna nú fær sína fyrstu vinabýaravtalu í hús. Fríggjakvøldið samtykti bygdaráðið nevniliga eina avtalu um vinabýarsamstarv við Rollag kommune, ið liggur í Buskerud landspartinum í Norra.


Janus Thomsen, borgarstjóri í Hvalbiar kommunu, fegnast um nýggja samstarvið, ið er tað fyrsta av sínum slag hjá Hvalbiar kommunu.


- Talan er ikki um nakað slag av fíggjarliga binding fyri kommununa, men er eitt samstarv har vit kunnu deila royndir og vitan innan ymisk økir, sigur borgarstjórin.


Samstarvið við norsku kommununa kom í lag, aftaná at eitt føroyskt ferðalið vitjaði har í fjør summar fyri at vitja heimstaðin hjá forfedrunum.


- Norðmaðurin Thor Nattestad kom síðst í 1700 talinum til Hvalbiar at arbeiða í kolanáminum. Hann búsettist her og bleiv tað byrjanin til Nattestad familjuna í Føroyum, sum nú er at finna um alt landið. Ein av hansara eftirkomarum, Niels Nattestad, skipaði í fjør summar fyri einum túri til Noregs, har eftirkomararnir hjá Thor Nattestad vitjaðu heimstaðin hjá forfedrunum, greiðir borgarstjórin frá.


Í tí sambandinum spurdu tey Hvalbiar kommunu, um kommunan ynskti at stuðla við einari gávu til Rollag kommune. Kommunan gekk umsóknini á møti og við ferðaliðinum var sostatt ein gáva frá Hvalbiar kommunu, ið bleiv handað norsku kommununi.


- Vit hildu tað var hóskandi at geva teimum eitt stykki av kol eftir sum kolanámið var orsøkin til, at Thor Nattestad á fyrsta sinni kom til Hvalbiar. Tað varð lagt í eitt sýnisskáp av glasi og eg undirskrivaði eina heilsan frá Hvalbiar kommunu, sigur Janus Thomsen.


Í Norra vóru tey fegin fyri gávuna og stutt eftir fekk borgarstjórin í Hvalba eina heilsan frá starvsfelaganum í Norra.


- Hann setti seg í samband við meg og hava vit síðan hildið sambandið við líka. Harfrá kom eisini hugskotið um at fáa eina vinabýaravtalu í lag. Sama gjørdu vit so eitt útkast, ið er lagt fyri Hvalbiar kommunu og Rollag kommunu og er tað nú samtykt á báðum støðum, greiðir borgarstjórin frá.


1.404 fólk búgva í Rollag kommune. Frammanundan hevur Rollag vinabýarsamstarv við finska býin Jokioinen.