Næstur í røðini at svara spurningum um HM finaluna og annars HM sum heild er ítróttarskrivarin á Norðlýsinum, Jákup Ósa.
Týskland vinnur HM
Argentina hevur bara latið mál inn í tveimum av seks dystum hetta endaspælið. Seinastu 330 minuttirnar er einki mál farið inn í dystum móti liðum, sum komu víðari úr bólkaspælinum. Lið sum Belgia og Holland hava nærum ikki skapt møguleikar móti Argentina, so tað er einki at ivast í, at verjuparturin á argentinska liðnum er sterkur júst nú.
Hinvegin hevur álopsspælið verið lítið at reypa av gjøgnum alla kappingina. Har hongur mest sum alt á Lionel Messi og so er spurningurin, um tað er nokk fyri at fáa mál í finaluni móti Týsklandi? Messi hevur skorað fýra mál, men leikliga hevur hann ikki verið heilt á toppinum.
Nú tosa tey flestu bara so fantastiskt um Týskland, tí teir í hálvfinaluni framdu kanska besta liðavrikið í einari HM hálvfinalu í nýggjari tíð. Men áðrenn hendan dystin skoraðu týskarar ''bara'' fýra mál í trimum dystum. So gloyma vit Brasil dystin, so bendur nógv á, at tað vera fá mál í finaluni millum tvey lið við stórum sjálvsáliti.
Á pappírinum haldi eg, at Týskland hevur nógv sterkara hópin í løtuni, nú Angel Di Maria og Sergio Aguero hjá Argentina antin ikki fáa spælt ella eru darvaðir av skaða. Týskland hevur eisini meira hvíld til finaluna, men hinvegin hevur Argentina ein fyrimun við, at dysturin er í Suður Amerika, har europeisk lið ongantíð hava vunnið HM áður.
Eg trúgvi meir uppá, at Týskland fer at hava fleiri streingir at spæla uppá enn Argentina, hóast eg væl unni Messi at avgera eina HM finalu. Eg vænti, at í álopspartinum fer Argentina ikki at leggja nógv fyri, so leingi sum støðan er 0-0, meðan eg hinvegin vænti, at Týskland fer at leggja nógv fyri at fáa fyrsta málið fyri síðani at kunna spæla uppá snarálop. So mítt boð er ein 2-0 sigur til Týskland, har teir skora fyrra málið í fyrra hálvleiki og avgera so dystin móti endanum, tá Argentina má satsa nógv í álopspartinum.
Jákup Ósa heldur at Kolumbia hevur spælt tann besta fótbóltin til HM endaspælið í Brasil.
Av liðum er Kosta Rika heilt greitt tað liðið, sum stingur seg burturúr sum stóra jaliga yvirraskilsi. At teir ikki fóru at tapa nakran dyst fyrr, enn vit komu til brotssparkskapping í kvartfinaluni hevði neyvan nakar roknað við. Kolumbia hevði eg ikki stóran kunnleika til áðrenn, men teir vóru eftir mínum tykki tað liðið, sum spældi besta fótbóltin. Tað var líka fyrstu løtuna móti Brasil í kvartfinaluni, at teir ikki vóru heilt klárir, og tað kostaði. Holland hevði eg ikki væntað at sæð í hálvfinaluni, men teirra vegur fram til hálvfinaluna eftir bólkaspælið var kanska á heldur bíligum grundarlagi, tí mótstøðuliðini vóru ikki tey sterkastu.
Av leikarum má eg sum flest onnur nevna James Rodriguez, sum skoraði seks mál og legði upp til tvey mál. Ein frammanundan rímiliga ókendur leikari sum Joel Campbell hjá Kosta Riga er eisini blivin kendur eftir hetta HM endaspælið við sínum góðu avrikum.
Og Jákup Ósa er vónbrotin av nøkrum londum til HM endaspælið.
Her er helst breið semja um, at Spania toppar allar slíkar listar. Har er ikki neyðugt við longri frágreiðing enn við at hyggja eftir úrslitunum. Eg hevði væntað, at Portugal og Italia komu víðari úr bólkaspælinum, men tað livdu tey ikki upp til við teirra vánaligu avrikum. Og hóast Belgia kom í kvartfinaluna, so var eg vónbrotin av mátanum sum teir spældu uppá við so nógvum ungum og góðum leikarum.
Av leikarum, sum hava verið eitt vónbrot, er listin - sum altíð til eitt HM endaspæl – langur. Hjá Onglandi eru fleiri boð, men sjálvur væntaði eg ikki nakað av teimum. Nærum allir hjá Spania kundu verið nevndir. Hinvegin kann eg nevna ein leikara sum Eden Hazard hjá Belgia úr rúgvuni. Hann vísti nærum einki sum stóri álopskendi profilurin hjá Belgia.
Finalan millum Týskland og Argentina verður leikt sunnukvøldið klokkan 20:00.