Føroyameistari
Tá kappingarárið byrjaði, noyddust tær úr Vestmanna at klára seg uttan tann av egnu leikarunum, sum helst hevur havt størstan týdning á liðnum. Jacklin Durhuus royndi seg ístaðin undir leiðslu av Anju Andersen í Slagelse, men um jóltíðir frættist tó, at hon nú aftur hevði valt at seta búgv heima í Føroyum.
Gullið vigaði nógv
Eftir at hon leygardagin hevði ognað sær næsta gullmerkið á árinum, spurdu vit Jacklin, um gullmerkið, sum hon nú hevði um hálsin, var ein av orsøkunum til, at hon tá setti kós heimaftur.
- Sjálvandi. Nei, tað vóru eisini aðrar orsøkir til, at eg fór úr Slagelse. Eg treivst ikki so væl niðri, men hetta var so avgjørt við til at skumpa undir avgerðina hjá mær.
Spurd, um hon hevði roknað við gullmerkjum í bæði lands- og steypakapping, tá hon á jólum kom heim, sigur Jacklin, at tað hevði hon ikki roknað við.
- Eg kann ikki siga, at eg roknaði við tveimum heiðursmerkjum, men eg hevði í øllum førum vónað, at tað fór at eydnast okkum at vinna føroyameistaraheitið. Eg hevði bara hoyrt, hvussu væl alt gekk, men eg hevði ongan tíð sæð liðið spælt, so eg visti ikki rættiliga, hvat eg skuldi rokna við. Hinvegin visti eg av, at hetta helst var besta liðið, sum felagið hevur havt, og tí hevði eg avgjørt hug at gerast ein partur av.
Torført at koma aftur
Tað tók tó sína tíð, áðrenn Jacklin av álvara megnaði at bíta seg fasta aftur á liðið. Eitt sindur merkisvert, tá leiklutur hennara í fjør verður havdur í huga, men sjálv tykist hon tó ikki at hava so nógv ímóti hesum. Hon vísir í fyrstu syftu á, at hinar sjálvandi vóru samanspældar, tá hon kom heim, og tí hevði hon ikki roknað við at sloppið beint inn á liðið.
- Tær høvdu jú vant í einar tríggjar fýra mánaðir, áðrenn eg kom, og tá fleiri av leikarunum vóru nýggjar, so er tað nóg so torført at koma inn á eitt sovorðið lið. Ikki minst, tá tær vóru somikið fáar, tí tá gerst kunnleikin millum einstøku spælararnar enn størri. Eg haldi eisini, at Daniel ikki hevur vilja brúkt meg so nógv, nú tað kortini hevur koyrt so væl hjá hinum.
Tá vit so at enda spurdur Jacklin, hvørt hon hevur ætlanir um at verða á liðnum, tá farið verður í gongd við komandi kappingarár, er hon ikki í íva.
- Tað ætli eg mær so 100% sikkurt, sigur ein smílandi føroyameistari