Vakstrarætlanin Sandoy skipar í hesum døgum fyri einum átaki, sum eitur Mítt Yndisstað á Sandoynni. Í einum av filmsbrotunum greiðir Frida Poulsen frá, hví hon er flutt til Skálavíkar. Hon greiðir millum annað frá, at omma hennara var av Skarvanesi og at hon í eini seks til átta ár tænti á Mølini í Skálavík. Frida Poulsen greiðir frá, at omman eisini var ein orsøk til, at tey valdu at koma aftur til Føroya.
- Eg eri uppvaksin hjá ommu og visti, at hon nú var vorðin gomul. Eg ynskti tí at sleppa til Føroya og vera hjá henni. Hon andaðist fyrr í ár, og eg eri ómetaliga takksom fyri teir mánaðirnar, vit høvdu saman. Nú er tað er nokk so deiligt at hyggja út og vita, at omma hevur verið her. Sjálvt um eg ikki havi spælt her so nógv og heldur ikki kenni so nógv fólk, so vita øll, hvør eg eri. Eg eiti eisini júst sum omma mín, sum hevur verið ein stór fyrimynd fyri meg, greiðir Frida Poulsen frá. Omma Fridu Poulsen andaðist beint áðrenn tey keyptu húsini í Skálavík.
- Eg ivist ikki í, at hon er partur av orsøkini til, at vit eru aftur her, sigur Frida Poulsen, og leggur afturat, at tey eru sera væl móttikin í Skálavík.
- Í barnagarðinum hjá soninum læra øll børnini seg tvey italsk orð um dagin, so at hann skal kenna seg meiri sum heima. Tað riggar ordiliga væl, tey eru so røsk, og tað er týðiligt, at tað hevur so nógv at siga fyri Samuele, sonin, sigur Frida Poulsen.
Les eina longri samrøðu við Fridu Poulsen í Vikuskiftissosialinum um sniðgeving, Italia og Skálavík og hvussu yrkisleiðin nú má víkja fyri børnunum eina tíð. Vikuskiftissosialurin verður í sølubúðunum í Havn í kvøld og um landið í morginárini.